Skriva út

Hanus á Gørðum verður prestur á Landssjúkrahúsinum og í Varðhaldinum

06.04.2024 Tíðindi

Landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Hanus á Gørðum til embætið sum prestur á Landssjúkrahúsinum og í Varðhaldinum frá 1. mai 2024. 

Hanus á Gørðum var saman við Símuni Persson Jacobsen prestvígdur í Hvalbiar kirkju í august 2007. Hans Jacob Joensen, sáli, vígdi teir báðar prestar at vera.

Tað fyrsta árið var Hanus vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Síðani hevur hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Tað verður Uni Næs, dómpróstur, ið skipar Hanus á Gørðum í embætið einaferð í mai mánaði við eina gudstænastu í Vesturkirkjuni.