Skriva út
Hámessan og øðrvísi gudstænastur
11.02.2011 Tíðindi

Í nøkur ár hava vit viðgjørt gudstænastuna og serligar gudstænastur. Ein áhugaverdur spurningur, og svarið er rættiliga ymiskt.
Tey flestu, tykir mær, ynskja, at hámessan verður hildin soleiðis, sum vit kenna hana. Kendar mannagongdir, sálmar og tekstur alt eftir kirkjurárinum. Hámessan er staðfest í lógarverki kirkjunnar, so broytingar henda ongantíð yvir eina nátt.
Tó kenna vit frá siðvenjuni, at viðhvørt eru smávegis broytingar ella innsløg. Eitt kór, tónleikur ella upplestur. Innsløgini lyfta ta vanligu gudstænastuna eitt vet hægri og gera hana litríkari. Oftast eru hesi innsløgini serligar sunnudagar og hátíðardagar.
Tá talan er um hámessuna, liggur gudstænastan í eini fastari, kendari og tryggari legu. Skipað viðurskifti og samskifti ímillum kirkjuráðið, prestin og biskupin.
Hámessan er ábyrgdarøki hjá sóknarprestinum. Skilagott er tað hjá presti at tosa við og lurta eftir kirkjuráðnum. At vera kirkja er ongantíð einmans avrik.
Er talan um gudstænastu ella annað virksemi í kirkjuni uttan fyri hámessutíð, so verður ábyrgdin í størri mun flutt frá sóknarprestinum yvir á kirkjuráðið.
Kirkjuráðið hevur eina innihaldsliga ella andaliga ábyrgd. Tað kann saman við presti menna kirkjuna og økja um virksemið. Lógin heimilar kirkjuráðnum at taka stig til ella skipa fyri átøkum í kirkjuni allar tíðir uttan fyri ásettu hámessutíð. Tað merkir, at allir tímarnir í vikuni standa kirkjuráðnum tøkir til nýtslu. Hámessan og kirkjuligar tænastur eru einasta avmarking.
Tekur kirkjuráðið stig til eitthvørt átak ella afturvendandi tiltøk í kirkjuni, so er tað eyðvitað í samráð við sóknarprestin, ið bæði er føddur kirkjuráðslimur og kallaður hirði.
Eitt livandi og opið samskifti elur gott samstarv, ið aftur føðir trivnað og eina vælvirkandi kirkju.
Tað er als ikki neyðugt, at allar kirkjurnar í Føroyum arbeiða eftir sama leisti uttan fyri hámessutíð. Førleikin á staðnum sæst aftur í kirkuliðnum. Tað kann av góðum grundum ikki vera sama útboð ella somu tilboð í einum kirkjuliði við hundrað limum sum eitt nú í Tórshavn ella Klaksvík.
Hámessan er okkara felags samleiki sum føroysk fólkakirkja, og tess vegna er hon ikki løtt at broyta. Hon hevur sínu føstu lið uttan mun til støddina á kirkjuliðnum. Hámessan er okkara samleiki : Bíblian, játtanarritini, altarbókin, ritualini, sálmabókin og sálmaløgini.
JF
Onnur tíðindi