Skriva út

Hakuna matata!

31.05.2019 Tíðindi

Dýri Biðidagur hevur júst verið, og nú er Kristi Himmalsferðardagur. Bøn og himmalsferð eru óítøkilig evni. Bønin kann vera orð, eitt suff, ein tanki, sum tú trýrt, at ein størri máttur hoyrir.

Orð skapa tað, tey siga. Við einum orði ”Verð”, so varð alt. Orð byggja brýr okkara millum og orð slíta okkum sundur. Er orðið fyrst farið framvið tanngarðinum, so fæst ikki fatur á tí aftur.

Vit brúka nógv orð í dag: Set orð á á tína støðu! Hvussu kennist tað? Hvat heldur tú? Hvat hugsar tú? Tosa, menniskjað, tosa!

Føsta og háttur at finna aftur til ein innara, farnan frið var ofta at tiga. Gloyma orðini og lata tankarnar koma og fara.

Í dag eru vit samanbundin og íbundin net alla staðir, og flest okkara elska hetta nýggja, men samstundis ræðast vit og óttast, tí vit lata sannan orðafloym vella út og vita ikki, hvat vit siga. Brádliga verða vit varug við, at hetta kann raka okkum aftur sum ein boomerang, tí tað, at lata hendur falla og biðja, antin orðaleyst ella við orðum til mátt, sum tú trýrt vil tær tað besta, er als ikki tað sama sum at vera vovin inn í jarðiskan nótmeistara, sum hevur eitt jarðiskt endamál.

Vit liva í eini tíð, har alt skal vera ”carpe diem”, heinta dagin, liv nú og liv í nú’inum eru miskunnarleysu boðini, tí minst til ”YOLO - you only live once!”

Vit hyggja ikki eftir skýggjunum, men á skíggjan og gera statusdagføringar, og friðurin hvørvur onkursvegna, tí vit mugu vera á alla tiðina.

Vit gáa meiri um menniskjuni inni í Iphonini enn honum ella henni, sum situr undir liðini á mær. Vit royna at geva okkum lyftir um minni skíggjatíð, tí tað ørkymlar at ganga við boygdum høvdi og bert miðsavna seg um komandi og farðandi orð, um menniskju, sum eg ofta ikki kenni, men allíkavæl veit, hvussu tey búgva, hvar tey ferðast og hvat tey fegnast ella harmast um. Iphonin og okkara ótrúliga samband við teg og meg og allan heimin kann av og á kennast ov mikið.

Hetta sannaði ein kirkja í Fraklandi eisini, har tey settu henda lepan upp í forkirkjuni:

”Tá tú kemur innar í hesa kirkju, so kann tað henda, at tú hoyrir Guð kalla á teg.

Men vit vænta ikki, at hann fer at seta seg í samband við teg gjøgnum tína fartelefon, so vit heita inniliga á teg um at sløkkja tína fartelefon, meðan tú ert í kirkju.

Vilt tú fegin tosa við Guð, so finn tær eitt friðarligt stað og bið so til Hansara.

Vilt tú síggja Guð, so skalt tú bara senda eitt sms, meðan tú koyrir bil.”

Kristi himmalsferðardag var ”mission accomplished”, og vit ímynda okkum, at Hann fór til himmalskar bústaðir, har ongir bíðilistar, soppafongdar íbúðir, skattir ella dálking eru. Hesin dagur hevur verið hildin síðani fjórðu øld, men har er onki jólatræ, barn í krubbu, krossur ella páskaregg, sum myndar dagin. Dagurin er ein exit, ein fráferð.

Gamalt var, at seingjarklæði skuldu luftast henda dagin, tí hvat skuldi mann gera henda dag, tá Hann hvarv. Tí ræðslan at hvørva, missa ella verða tikin burtur frá einum øðrum er nakað, sum menniskjan dregist við.

Vit liva í tíðini, minnast tað, sum var og kunnu bert hugmynda okkum tað, sum kemur.

Hann hvarv í ævinleikan. Ævinleikin er ikki langur, hann varar ikki, hann er!

Tá vit eina ferð fara, so endar tíðin. Ævinleikin er ein tilvera. Tú og eg liva í nútíðini, men eru skapaði til ævinleikan.

Vit eru serstøk og hvørt menniskja er ein persónur, sum er øðrvísi frá einum øðrum, ein einstaklingur. Ongin kemur í júst mítt ella títt stað.

”Eitthvørt menniskja hevur sín egna, persónliga heim
í hesum heimi hevur menniskjað havt sínar bestu løtir,
í hesum heimi hevur menniskjað havt sínar sváru stundir.
Men alt hetta er fjalt fyri okkum.
Og tá eitt menniskja doyr,
so doyr við menniskjanum hansara fyrsti kavi
og hansara fyrsti kossur og hansara fyrsta stríð –
Alt hetta tekur menniskjan við sær.”
(J. Jevtusjenko )

Vit plaga at nýta hugtakið frá ”vøggu til grøv”, men tey ortodoksu kristnu siga frá ”giting til ævinleika”.

Mannalívið er ikki endaligt, og jarðarlívið hevur eitt løgið punktum. Góðtak, hóast tú ikki skilur tað, tí vónin er knýtt at tí óendaliga.

Móti einum veruleika, sum er uttanfyri okkara rúm, tíð og stað, men sum samstundis er í okkum.