Skriva út

Gudstænastur hvønn sunnudag

03.11.2008 Tíðindi
Gudstænastur hvønn sunnudag

Tað átti at verið føroyskar gudstænastur hvønn sunnudag í Samuelskirkjuni. Tað sigur Dia Lamhauge, sum er deknur í kirkjuni og heldur, at kirkjan kundi roynt deknagudstænastur teir dagarnar í mánaðinum, tá ið prestur ikki var.

Í føroyska arbeiðinum í Samuelskirkjuni eru nakrir deknar, sum hjálpa til við gudstænastunum og tí, sum annars fer fram umkring gudstænasturnar. Vanliga eru tað fýra deknar, sum skiftast tveir og tveir. Teir taka sær av teimum praktisku fyrireikingunum áðrenn gudstænastuna, hjálpa til undir gudstænastuni - til dømis við upplestri av lestri og/ella epistli, og deila út undir altargongdini - og rigga av eftir gudstænastuna.

Ein av hesum fýra núverandi deknunum er Dia Lamhaugu úr Saltangará, sum hevur verið deknur í umleið hálvt annað ár. Hann sigur seg vera glaðan fyri at fáa loyvi at hjálpa til í tí føroyska arbeiðinum í Samuelskirkjuni.

- Eg haldi tað vera gott og hugnaligt bæði at koma til gudstænastur í Samuelskirkjuni og møtir í Eliaskirkjuni. Eg havi ongantíð verið til nakra danska gudstænastu, meðan eg havi verið niðri, tí eg føli tað mest natúrligt at koma til tey føroysku tiltøkini. Tað er har, ið eg føli meg heima og tað er har, ið míni vinfólk koma. Tí segði eg eisini fegin ja til uppgávuna sum deknur í Samuelskirkjuni, tá ið eg varð spurdur fyri umleið hálvum øðrum ári síðani, sigur Dia.

Dia smílist eitt sindur og sutlar til kaffið í koppinum hjá sær. Vit sita í kirkjukjallaranum eftir gudstænastuna til kirkjukaffi. Prátið gongur óført umkring borðini. Hetta er hugnaligt og tað heldur Dia eisini.

- Men eg haldi, at tað átti at verið føroyskar gudstænastur hvønn sunnudag. Tað er fyri mær, sum um fólk ikki altíð ordiliga vita, um tað nú er føroysk gudstænasta komandi sunnudag ella ikki. Tað eitur hvønn fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum, men eg haldi ikki, at føroyingar eru góðir til at fylgja við soleiðis. Hetta er ikki eingongd altíð annað hvønn sunnudag, sum annars hevði verið lættari at minst til. Kirkjan kundi roynt deknagudstænastur hinar dagarnar í mánaðinum. Eg veit ikki, um tað hevði gingið, tí tað krevur nokkso nógva fyrireiking og fleiri persónar afturat, sum hjálptu til, men tað hevði í øllum førum gjørt tað lættari fyri føroyingar í Keypmannahavn at komið til gudstænasturnar, sigur Dia at enda.