Skriva út

Gudstænastur áttu at verið hvønn sunnudag

06.10.2008 Tíðindi
Gudstænastur áttu at verið hvønn sunnudag

Tað sigur Petur Martin Hansen, sum hevur verið avloysari fyri kirkjutænaran í Samuelskirkjuni í hálvt annað ár. Hann heldur eisini, at tað er frálíkt, at gudstænasturnar ikki eru um morgunin.

Petur Martin Hansen úr Klaksvík hevur verið búsitandi í Keypmannahavn seinastu árini. Við síðinar av sínum lestri, hevur hann seinasta hálva annað árið verið avloysari fyri kirkjutænaran í Samuelskirkjuni. Kirkjutænarin hevur vanliga tveir avloysarar, har ið annar vanliga er føroyingur, sum fast er tilknýttur føroyska arbeiðið í Samuelskirkjuni.

Nú hevur Petur Martin valt at leggja hesa uppgávuna frá sær og geva hana víðari til onkran annan føroying. Hann hevur verið glaður fyri hetta arbeiðið og tað hevur glett hann at hava verið ein partur av arbeiðinum hjá Santa Ólavs Kirkjuliði.

- Tað hevði verið gott, um tað vóru føroyskar gudstænastur í Samuelskirkjuni hvønn sunnudag. Eg haldi at tað eru fleiri føroyingar, sum ikki koma á gudstænastu, tí at tað er eitt sindur ringt at halda skil á, nær gudstænasturnar eru. Sjálvandi skuldi tað verið lætt nokk at minst til, at gudstænasturnar eru hvønn fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum, men eg haldi kortini, at tað hevði verið betri at tær vóru hvønn sunnudag, sigur Petur Martin.

Fyri at hetta skal gerast ein møguleiki, má arbeiðið í Samuelskirkjuni leggjast nakað um og fleiri fólk mugu til, soleiðis at hetta kann lata seg gera. Tað dugir Petur Martin væl at síggja.

- Eg haldi annars, at tað er frálíkt, at gudstænasturnar eru klokkan 14 ella seinnapart og ikki um morgunin. Tað eru fleiri føroyingar, sum ikki hava so góðan hug at fara so tíðliga upp sunnumorgnar og so krevur tað nógva tíð í transport fyri fleiri føroyingar í Keypmannahavn, so tað er fínasta slag, sigur Petur Martin.

Petur Martin hevur givið arbeiðið sum avloysari fyri kirkjutænari í Samuelskirkjuni frá sær. Ovi Brim av Nesi hevur tikið yvir eftir hann.