Skriva út

Gudstænastan á ólavsøku

07.06.2012 Tíðindi
Gudstænastan á ólavsøku

Siðvenjan er vøkur. Prestar, embætisfólk, løgtings- og landsstýrisfólk ganga í skrúðgongu úr Løgtingshúsunum oman í Havnar kirkju. Á ólavsøku kemur Tingið saman, og tingsetan byrjar við gudstænastu.

Tað er ein vøkur og talandi mynd. Tað andaliga huglagið gagnar og mennir, og tað er gott fyri samfelagið og tess borgarar, at vit geva andans virðum gætur.

Andi er eitt breitt orð, og orðið er valt við umhugsni. Gudstænastan á ólavsøku er savnandi, hon er fyri alt Føroya fólk og tey, ið higar vitja. Gudstænastan er fevnandi og virðir fjølbroytni í trúgv, sannføring og uppruna. Prædikan og sálmarnir anda eyðvitað av kristnari trúgv, og kirkjan boðar Kristus sum Harra og frelsara, hugbirting og kelduvað.

Gudstænastan á ólavsøku hevur ein serligan dám. Tænarar og kirkjuráð gera sær ómak í tí dagliga, men á ólavsøku er sannur hátíðardámur. Ikki minst sálmasangurin er hugtakandi saman við ljómandi tónlist.

Eftir gudstænastuna verður farið niðan til Løgtingshúsini, og Tinghúsvøllurin og Vaglið eru karmur um kórsang. Løtan, tá Ólavsøkukórið syngur, er mergjað og vøkur. Okkara mætu skøld og tónaskøld. Okkara ríka mentan innan sang og kórsang. Hetta er løtan, tá tjóðin stendur saman og lívgar fedranna arv. Menta- og listafólk ríka várt føðiland Føroyar.

Tað verður sóknarpresturin á Gjaranesi, Símun Persson Jacobsen, sum prædikar í Havnar kirkju á ólavsøku. Símun varð prestvígdur í august 2007.

Vit hava altíð ein varamann tøkan at traðka til, um prestur fær forfall á ólavsøku. Tað er kvívíksprestur, Theodor Olsen, ið er varamaður hjá Símuni. Teir báðir eru at kalla javngamlir í tænastuni. Theodor varð prestvígdur í januar 2008.

JF