Skriva út

Gudstænasta við skrúvum í Hoyvík

21.09.2010 Tíðindi
Gudstænasta við skrúvum í Hoyvík


Mikudagin í næstu viku kl. 17:30 verður ein serstøk skrúvugudstænasta hildin í Hoyvíkar kirkju. Gudstænastan vendir sær serliga til familjur við børnum, men annars eru øll vælkomin.

Í øðrum londum hevur ein góðar royndir við slíkum tiltøkum. Her er skipanin hon, at ein fyrst luttekur við eini stuttari gudstænastu og síðani fer í annað høli til ein døgurðabita, har kókaðar skrúvur eru ein natúrligur partur av menu’ini.

Hetta verður sama mannagongdin sum verður fylgd við hesa fyrstu skrúvugudstænastuna í Hoyvík, sum verður mikudagin 29. september.

Ætlanin er í fyrsta lagi, at øll skulu savnast í kirkjuni til barnavinarliga gudstænastu við søgum og sangi, ið varir umleið ein hálvan tíma.

Eftir gudstænastuna verða øll boðin niður í stóra kirkjukjallaran, har borðreitt verður við kjøtsós - og sjálvandi skrúvum. Her fáa børn og vaksin tíð at njóta ein bita saman, og práta við onnur. Ætlanin er at tiltakið endar, tá klokkan fer at nærkast 19.

Av tí at hetta er fyrstu ferð at ein roynir eina tílíka skrúvugudstænastu, er neyðugt at fólk tekna seg, soleiðis at ein kann matgera til øll. Hetta kann gerast umvegis teldupostin skruvan@yahoo.com, innan týsdagin 28. september kl. 12. Tiltakið er sjálvandi ókeypis.

Gongst sum ætlað, verða slíkar gudstænastur hildnar seinasta mikudag í hvørjum mánaði - einar 6 ferðir um árið.

Orð: Snorri Brend