Skriva út

Gudstænasta í Sjeyndum

08.06.2022 Tíðindi

Hvítusunnudag skipaði kirkjuráðið í Tjørnuvík fyri forkunnugari ferð norður í Sjeyndir, har tað fyri ferð eydnaðist at hava eina gudstænastu úti í Guðs fríðu natúru.

Orð: Hilmar Jan Hansen
Myndir: Kjartan Madsen

Í longri tíð hevur kirkjuráðið havt ein dreym um at farið norður í Sjeyndir at havt eina útigudstænastu, og hvítusunnudag kundi hetta langt um leingi lata seg gera. Eisini vísti tað seg, at áhugin fyri hesi serligu útferðini var stórur, tí eini hálvtannaðhundrað fólk vóru við.

Umleið helvtin av fólkinum fór til gongu úr Tjørnuvík um níggjutíðina hvítusunnumorgun. Staðkent fólk gekk undan og leiddi øll tann hampuliga tunga og drúgva teinin, ið tók tveir tímar og trý korter at ganga. Eisini høvdu tey fingið Eiðis Bjargingarfelag at skjútsa fólk millum Tjørnuvík og Sjeyndir við bjargingarbátinum, “Vón”.

Skaparverkið og andin
– Hetta var ein øgiliga stór hjálp, at fólk kundu sleppa við báti, sum bæði var skjótari og høgligari, tí tað gjørdi sítt til, at enn fleiri kundu sleppa við. Tá ið vit fóru heimaftur, valdu ikki øll at ganga, so tá var tað nokk størra helvtin, ið valdi bátin, sigur hvalvíksprestur, Jákup Erlingsson Petersen, ið dagin eftir hevði andsperru.

Hvítusunnudag var prestur annars “til arbeiðis”, og prædika hansara úti í Guðs fríðu natúru var ikki frítt merkt av íblástri frá stórfingnu natúruni í Sjeyndum, samstundis sum sjálvandi hvítusunnuboðskapurin fekk sítt stóra pláss í boðskapinum. – Sum eg nevndi, so vísir Guð seg ígjøgnum skaparverkið og eisini ígjøgnum Jesus, sum hann opinberar fyri okkum við sínum Heilaga anda, sigur Jákup.

Ikki bara prestur hevði orðið, tí kirkjuráðið hevði heitt á Steinbjørn Magnussen í Tjørnuvík, sum var ein av staðkendu gongumonnunum á ferðini, um at siga nøkur orð um Sjeyndir, staðið og søguna og hagan. Sjeyndir er grønur og góður hagi, sum liggur millum Stakkin og Mýling, og vallað er allan vegin úr fjøruni og hægst upp á Mýling.

Kundu njóta natúruna
Jákup Erlingsson Petersen letur annars væl at túrinum og tiltakinum sum heild, sum var í fagrasta veðri, tí tú kanst ikki altíð vita, um tað, tú ætlar tær, kann lata seg gera, tá ið dagurin er komin. Kirkjuráðið í Tjørnuvík hevði eisini bundið um heilan fingur, so skuldi veðrið ikki verið til vildar, so ikki var farandi norður í Sjeyndir, hevði gudstænastan í staðin verið á Sandinum í Tjørnuvík.

– Alt eydnaðist væl, tí hóast tað kvøldið fyri var ivasamt, um vit kundu fara, so trúðu vit upp á tað. Og tað vísti seg eisini, at vit fingu eina frálíka ferð í fantastiska vakra veðrinum. Í Sjeyndum er ein góður dalur, so tað riggaði ógvuliga væl, at fólk bara sótu har og kundu njóta útsýnið og ta einastandandi vøkru natúruna. Har mundu vera eini tjúgu børn við eisini, og tey spældu í ánni, sigur prestur.

– Vit valdu at hava eina gudstænastu uttan ljóðføri, men við góðum sangi og forsangarum, og til høvið høvdu vit prentað eitt sangblað. Tað er væl ikki óhugsandi, at hetta kundi verið gjørt aftur eina aðru ferð, nú vit hava sæð, hvussu deiligt tað er, tí eg trúgvi, at vit øll fingu burtur úr degnum eitt minni, vit seint fara at gloyma.

Tá ið komið var aftur til Tjørnuvíkar eftir loknu dagsferðina í Sjeyndum, bjóðaðu Kingosangararnir í Tjørnuvík ein drekkamunn og ein køkubita uttan fyri bygdarhúsið.