Skriva út

Gudstænasta á Neshamri, hvítusunnudag kl. 11.00

26.05.2023 Tíðindi

Aftur í ár verður kallað saman til halgan fund á søguliga og hugnaliga Neshamri.

Aftaná gudstænastuna verður drekkamuður at fáa, umframt at høvi verður at vitja í gl. prestagarði og í Nes kirkju.

Gudstænastan verður í Nes kirkju, um tað ikki viðrar.

Heitt verður á fólk um at hava egna sálmabók við ella at taka niður sálmabókaappina á telefonina.

Vælkomin øll!