Grundarsteinurin lagdur á Glyvrum

Í góðveðrinum seinnapartin leygardagin, á júst hundrað ára degnum fyri, at grundarsteinurin varð lagdur til gomlu Glyvra kirkju, hendi júst tað sama aftur, tí tá varð grundarsteinur lagdur til ta nýggju kirkjuna á Glyvrum, sum er í gerð og ætlandi stendur liðug um smá tvey ár. Eini hundrað fólk vóru til staðar til hátíðarhaldið.
Tað var Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, ið legði grundarsteinin, sum í veruleikanum var ein symbolskur grundarsteinur, ið fyribils varð lagdur á leið har, sum prædikastólurin í nýggju kirkjuni fer at standa. Tá ið arbeiðið er komið eitt sindur longur áleiðis, verður hann bygdur inn í sjálvan kirkjubygningin.
Skal halda í mong ár
Hátíðarhaldið byrjaði undir taki í gomlu kirkju, har prestur hevði eina andakt og millum annað tosaði um, “at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus.” Síðani varð sungin sálmur nummar 645, har Grundtvig yrkti, at “til prædiku vit reistu stól, og lótu kirkju byggja.”
Grundarsteinurin er í hesum føri ein kista við einum skjali innaní, sum eitt nú fortelur, at “um hetta mundið var Fríðrikur X kongur, Beinir Johannesen løgmaður, Bárður á Lakjuni landsstýrismaður í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri og Jógvan Fríðriksson biskupur.”
Tað er listamaðurin Karstin Olgar Lamhauge, vanliga nevndur Oggi, sum hevur staðið fyri prentinum og gjørt kistuna, sum rørið er lagt í. Rørið hava John Andersen og MEST gjørt úr sýruføstum rustfríum stáli, so tað kann halda og verða varðveitt í mong ár.
Ein av stóru døgunum
Nýggja kirkjan er tann fyrsta, sum verður bygd her á landi, eftir at Fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007. Tá ið Bogi Olsen, kirkjuráðsformaður, beyð vælkomin, nevndi hann sum eitt kuriosum, at í 2007 var Jógvan á Lakjuni landsstýrismaður í kirkjumálum, og nú grundarsteinurin varð lagdur, situr sonur hansara, Bárður á Lakjuni, í sama sessi.
Tá ið grundarsteinurin var lagdur, varð farið innaftur í gomlu kirkju, har Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt røðu, har hann millum annað segði, at “týdningarmest er tað, at vónin, sum treytaleyst er krøkt í uppreisnina páskadag, verður fyllan í rúminum millum múrarnar so langt fram í tíð, sum vit kunnu síggja.”

Eftirhátíðarhaldið var ein drekkamunnur og fólk góvu sær stundir til eitt prát. Kirkjufólkið sær fram til nýggju kirkjuna og teir karmar og møguleikar, hon hevur at bjóða, og leygardagin mundu tey flestu taka undir við orðunum, borgarstjórin endaði sína røðu við: “Tað eru dagar, sum eru størri enn aðrir, hesin er ein av teimum.”
Orð: Hilmar Jan Hansen
Myndir: Christian Joensen