Grønur sunnudagur
Trinitatis sunnudagur – 18. mai - verður í kirkjum og kristnum samkomum hildin sum ein grønur dagur. Grønir dagar eru væl kendir, og virkir og stovnar leggja áherðslu á, at starvsfólkið er tilvitað um umhvørvið, heilsu og kost, tí júst heilsan avgerð bæði lívsvirði og lívsdygd. Fakliga gagnar tað bæði tí einstaka og fyritøkuni at liva tilvitað.
Tá tann grøna hugsanin nú kemur inn um kirkjugátt og í gudshús, so er hetta ikki eitt nýtt fyribrigdi. Hetta kenna vit frá grannalondunum, og vit síggja ábendingar um hetta bæði í Bíbliuni og kirkjusøguni. Eisini á heimligum leiðum kemur hetta beinleiðis og óbeinleiðis til sjóndar í sálmum, prædikum og lívsmynstri føroyinga t.d. til báts og bjargar.
Longu í 1. Mósebók talar Guð um skapan og ábyrgd. Hugsanin er, at menniskjum verður litið í hendi at fara um og umsita skaparverkið. Vit eru uppisitara. Vit skulu røkja skaparverkið á burðardyggan hátt, so tað, ið Guð hevur gjørt sára gott, kann varðveita sína dygd.
At náttúra og umhvørvið annars fylla nógv í skriftini er sálmur 8 í Gamla Testamenti prógv um. Eisini í Sálmabók Føroya Kirkju finna vit sálmin hjá danska skaldinum Brorson “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt.” Føroyska týðingin hjá Christiani Matras er vorðin fólkaogn, har sjálvt hitt minsta hugsast kann er stórt og prísar Guðs dýrd og stórleika.
“Upp alt, ið Harrin hevur gjørt,
hans dýrd og tign at prísa,
hans minsta skaparverk er stórt
og kann hans megi vísa.”
Hinvegin mega vit ásanna, at syndafallið darvaði hugsan manna eisini á hesum øki. Tess vegna má hugurin kveikjast av nýggjum, so eygað framhaldandi kann síggja tign og dýrd Guðs.
Í gudfrøðini verður talað um eina endurskapan. Sipað verður til verk Jesu Krists, at vit í dópinum og trúnni verða endurskapað, kallað til at liva eitt nýtt lív við ábyrgd.
Hugskotið at hava ein grønan sunnudag eigur Finnbogi Joensen úr Vestmanna. Finnbogi er væl kendur millum fólk, ið geva umhvørvinum gætur. Í fjølmiðlunum hava vit hoyrt t.d. um tann grøna skúlan í Vestmanna, har talan er um reint umhvørvi bæði við atliti at burturkasti, vaskievnum og tað, at hvørt barn plantar sítt træ í eini heildarætlan fyri grønum øki.
Trinitatis sunnudagur hóskar væl sum grønur sunnudagur. Tað er vár, og summarið er í hondum. Tað spírar í bø og haga. Lombini renna kapp teig av teigi, og pisur úr koppi kaga.
Eisini gudfrøðisliga er dagurin hóskandi. Vit kunnu altíð meta um, um hetta er tann besti dagurin ella ikki. Havandi í huga tann várliga dámin, veðurlag og árstíð, so er valið av degnum heppið.
Í kirkjuni hava vit liturgiskar litir, og hvør litur heldur sína prædiku. Týdningin av litunum verða vit mint á hvønn dag við sjónvarpsskíg