Skriva út

Grillbúð og hitapottur

25.03.2018 Tíðindi

So er ”stilla vika” og páskir eru í hondum. Tá mann var barn, so plagdi stilla vikan at vera still, so pinnastill, eins og alt steðgaði upp og menniskjan mintist, hví hon eitur stilla vikan. Men stilla vikan er ikki still longur...

Og páskirnar við smálombum, páskareggum, krossfesting, blóði, uppreisn, vón og lív og presti sum sigur, at lívið doyði langa fríggjadag, men deyðin doyði páskamorgun. Men alt er tengt at eyganum, sum sær og hjartanum, sum trýr. Ein sigur eitt, onnur eitt annað. Veruleiki fyri onkran, men óskiljandi fyri onnur. Hvat er tað? Heilaspuni? Symbolskt ella nakað ítøkiligt? Hvussu kannar tú tað eftir? Eru øll yvirspent og í ørviti? Hvat er tað? Hava vit gloymt at lurta? Ella hava vit googlað og sprotað so nógv, at ongin longur kann læra ella siga mær nakað?

Í dag hava vit alla hugsandi tøkni. Fylgisveinar, sum sveima uppiyvir okkum, fartelefonur av øllum slag og teldur, sum kunnu almikið. Vit liv í eini tíð, har heilavísind og frontallappar sigast at hava øll svar, so hví standa vit við hvørt spyrjandi?

Vit lurta ikki, tí vit vita ikki, hvat ella hvørjum, vit skulu lurta eftir. Og trúgva vit, so tora vit ikki at siga nakað við nakran um nakra trúgv, tí hvat nú, um onkur heldur teg vera øran í høvdinum, og samfelagið so við tað sama gevur okkum eydnubollar og stuðulsfólk, so vit vera friðarlig og bert hoyra ljóman í býnum, suðið av okkara teldum og einki annað? Men hugsa tær, um okkurt er, sum kann bróta sær veg gjøgnum okkara firewall, sum kann skaka okkara heimsmynd, ein virus, sum sigur:
“Hevði tú bara vita?” Er nakað veruligt, sum eg kann sansa og viga og mála? Og kann eg døma um, hvat annar trýr?

Í hesum døgum leika fólk í, um Guð er veruligur ella ikki. Hvat Hann kann og ikki, og ikki skortar á nirðandi orðum frá tolsomum og ótolsomum fólkum, sum bæði siga seg trúgva og ikki trúgva. Í okkara lítlu og so menniskjansskaptu fyribrigdum siga vit, hvussu vit halda, at Guð mann vera. Hví ímynda fólk sær hendan ræðandi gud, sum situr við stórum og gløðandi hitapotti at koyra síni kæru børn í ella einari friturugrill og so grilla og snerkja tey í allar ævir? Er hetta okkara so smáliga rættvísiskensla, sum vit halda Guð eisini má hava? Hann er almáttugur, kærleikans kelda og ljós. Halda vit, at okkara top-10 listi yvir syndir eru slíkur, sum eisini fara at skaka Guð? Og at “nakað fyri nakað” fyribrigdið eisini skal vera slíkt, sum fær Guð at skrúa sjuntin enn meiri á hitapottinum? Hann sigur seg ”kenna meg við navni”, og biður meg heita á Seg, ”tí Hann hjálpir”. Hvussu í verðini kann eg so halda, at Hann, sum hevur lagt ævina í okkum, eina ferð fer at bresta út úr at flenna og siga: ”Sorry, men mín kærkeiki rakk ikki til tín! Svim nú í ævigum 1000 stigum celcius!”

Orð venda ikki tóm aftur, tey ávirka og flyta. Meinbogar eru nógvir, men harmiligt, tá gleðisboðskapurin verður skrúvaður og snikkaður saman til nakað álíkt einari Karnov lógarbók, har vit eru undir støðugari ákæru. Harmiligt, tí gleðiboðskapurin sigur mær, at tú, ”menniskja er sett í frælsi, tí tað var tín dómari, sum vardi teg og setti teg í frælsi”.

Halló, tað eru páskir, og tá ”fór Guð niður til heljar”. Hann læsti eftir sær, og tað, sum hann steingir, megnar ongin at lata upp. So, merk, at tú ert elskað, og at tú ert eitt frælst menniskja, tí hvat hevur tú at geva Guði, sum hevur givið tær alt? Nakin komu vit í heimin, og nakin fara vit avstað aftur, so hvat er annað at gera enn at liva og gera mítt ítarsta fyri at vera mansømilig og javnt og savnt insistera uppá tað góða, og avnokta og flýggja burtur frá tí ónda?

Heimsspekingurin Wittgenstein segði, at ”svarið á gátuni, okkara lívi í rúm og tíð, er uttanfyri rúm og tíð.” Javel, men páskirnar siga mær, at sjálvt lívið gav seg til kennar í mínari og tínari tíð og á tí staði, sum eg havi fingið at búleikast.
Á páskum síggja vit egg allastaðni. Eggið, sum er ímyndin av køldu og hørðu grøvini, men tá tú brýtur eggið, ja, so floymir lívið út!

Men hví hugsa ”gudiligar” tankar, so jarðisk sum vit eru? Lat okkum heldur fegnast um, at 48 kremegg kosta 229 krónur og 3 pakkar av minieggs fáast fyri 100 kr.
Tað veit mann, hvat er!

Ella? Livst so spyrst!

Gleðiligar páskir.