Skriva út

Gomul søga í nýggjum hami

18.04.2011 Tíðindi
Gomul søga í nýggjum hami

ENDURSØGN Tað skal gerast lættari hjá teimum ungu at skilja boðskapin í Nýggja Testamenti.
Tað er eitt av endamálunum við verkætlanini UngNT, ið miðar eftir at endursiga bíbilsku søgurnar á einum máli sum ungfólk skilja.


- Hetta er ikki ein nýggj týðing, men er ein partur av Bíbliuni í einum meiri fríari formi og í tíðaraktuellum hami, sigur Heðin Lamhauge, samskipari av verkætlanini, tá hon varð løgd fram í farnu viku.

Frammanundan er gjørt eitt stórt arbeiði at fyrireika alt so væl. Í november mánaði í fjør varð so gudfrøðingurin, Kristian Hansen úr Klaksvík settur í starv sum týðari, ella hann ið skal endursiga tann gamla boðskapin, samstundis sum ein er trúfastur ímóti honum.

Higartil kenna føroyingar bert til Bíbliur við svartari permu og gullkanti. Nú kann ein so smátt síggja fram til eitt Nýggja Testamenti við fresh look, har ein eisini ger nógv burtur úr litunum.
Til tess at tryggja sær, at málið í endursøgnini rakar málbólkin, ætlar Kristian Hansen at brúka ein skiftandi bólk av ungfólki sum ”royndar-kaninir”.

Gudfrøðingurin úr Klaksvík væntar at brúka trý ár til arbeiðið við endursøgnini. Kostnaðurin er mettur til 1,5 mió krónur.

Øktur áhugi
Royndirnar aðrastaðni frá vísa, at slíkar útgávur økja um áhugan hjá teimum ungu fyri bíbliulesnaði.

Í Svøríki vísti ein kanning frá 2006, at 8 prosent av teimum ungu hildu Bíbliuna at vera eina týdningarmikla bók. Hetta árið gjørdi svenska bíbliufelagið eina kampanju við hesi nýggju útgávuni.

Árið eftir vístu hagtølini eina stóra broyting, tí tá søgdu 16 prosent at Bíblian var ein týdningarmikil bók fyri tey.

- Tað vil aftur siga, at tað nyttar at gera eitt slíkt átak millum ungdómin. Nú vóna vit, at tað sama ger seg galdandi her hjá okkum, vísir Heðin Lamhauge á.

FAKTA

UngNT
Nevndarumboðini eru úr ymiskum samkomum og kirkjum. Tey eru:
Bergur D. Joensen úr Fólkakirkjuni
Ole Jacob Nielsen úr Katólsku kirkjuni
Jógvan Zachariasen frá Lívdini
Hendrik Olsen úr Oasuni
Øssur Kjølbro frá Heimamissiónini
Dánial á Dul Jacobsen frá Evangeliihúsinum
Umframt hesar, eru fleiri kvinnur somuleiðis knýttar at verkætlanini.

Umsetaratoymið
Umsetari er Kristian Hansen, gudfrøðingur
Ráðgevarar eru gudfrøðingarnir: Poul Guttesen og Jóannes Fonsdal
Ætlanin er, at UngNT skal koma út um trý ár.

- Við endursøgnini av Nýggja Testamenti er ætlanin at geva Bíbliuna til føroyska ungdómin á einum máli sum tey skilja, sigur Heðin Lamhauge, samskipari (uttast høgrumegin). Á myndini síggjast partur av limunum í verkætlanarbólkinum UngNT – vinstrumegin Jógvan Zachariasen frá samkomuni Lívdini, Uni Næs frá Fólkakirkjuni og Jógvan á Dul Jacobsen frá Evangeliihúsinum

Orð : Snorri Brend
Mynd: Jens Kristian Vang