Skriva út

Góðu gomlu tíðindini – lærdómur í Lambeth.

09.10.2026 Tíðindi
Jf Og Ovi

Í hesum døgum eru biskupur og próstur í Lambeth Palace í London, har teir luttaka á ráðstevnu hjá Porvoo samstarvinum, eitt kirkjuligt samstarv millum anglikanskar og lutherskar kirkjur í norðurlondum og Evropa.

Próstur er føroyska umboðið í felagsskapinum, sum triðjahvørt ár heldur sokallaða biskupsráðstevnu. Ráðstevnan hevur yvirskriftina “Kirkja í truplum tíðarskeiðum.”

Á skránni hava verið fyrilestrar og samtalur, ið so ella so nema trúgv, samfelag og poltikk.

Hetta er áhugavert, tí at samstundis sum Jesu Kristi kirkja ber ein sannleika, Jesus Krist sum heimsins frelsara, er avgerandi, at kirkjan eisini virkar fyri frælsi hins einstaka at liva og virka.

Við støði í ymsum rákum, bæði ein og annan veg, hevur verið hugt eftir, hvønn leiklut kirkjan eigur at hava. Menniskjað er likam, sál og andi, og tí nemur kristni boðskapurin alt lív hins einstaka og samfelagið alt.

Stundum hevur verið spurt, um átrúnaður og politikkur hoyra saman. Spurningurin er heimilaður, tí átrúnaður og politikkur eru hvør sítt. Lívsáskoðan menniskjans verður tó myndað av átrúnaði, og tí bera trúgv og politikkur altíð við hvørt annað.

Um vit velja at nýta orðið ‘kristin politikkur,’ mega vit staðfesta, at tá er talan altíð um næstakærleika. Og undirstrikað verður, at framvegis eru tað tey góðu gomlu tíðindini um Harran Jesus Krist, ið okkum og heiminum tørvar at hoyra.