Skriva út
Glyvra prestagjald
27.09.2011 Tíðindi

Tað yngsta prestagjaldið í Føroyum er Glyvra prestagjald, ið fevnir um tvær kirkjur og eitt bønhús.
Tað er ein ávísur munur ímillum eina kirkju og eitt bønhús, tá talan er um nevnd og stjórn. Ein kirkja verður stjórnað fólkaræðisliga, og vit hava kirkjuráðsval fjórða hvørt ár. Bønhúsini hava ein annan bygnað, og talan er ikki um beinleiðis fólkaræði.
Ár 2000 varð Glyvra prestagjald skipað sum tað fimta prestagjaldið í Eysturoynni. Fyrsti presturin í prestagjaldinum er Meinhard Bjartalíð. Hetta er næsta kallið hjá Meinhardi, sum áður var prestur Eystan Múla við sæti í Ónagerði á Viðareiði. Sóknarpresturin á Glyvrum býr saman við familjuni í prestagarðinum í Lamba.
Nú fer Meinhard í lestrarfarloyvi frá 1. oktober til 31. desember 2011. Í hansara stað kemur Henning Bøgesvang at røkja kallið nevnda tíðarskeið.
Henning er væl kendur um landið. Hann hevur síðani á vári 2008 virkað sum sóknarprestur víða um. Eitt skifti var hann í Sjóvar og síðani Norðstreymoyar prestagjaldi. Seinasta fjórðingsárið hevur hann verið í Suðuroyar Norðara prestagjaldi. Nú liggur so leiðin úr Leirum til heimliga bústaðin í Søldarfirði, har hjúnini Bøgesvang hava bygt sær hús og búgva.
JF.
Onnur tíðindi