Gleðiligar páskir

Lívsvónin mennist um páskirnar. Uppreisn Jesu leiðir okkum frá vónloysi og døprum huglagi til vár og grønkandi teigar.
Páskasólin lýsir vegin fram á leið. Páskirnar lívga vónina um livandi lív.
Hóast hesa lívsjáttandi fatan verður staðfest, at ein liður í kirkjunnar kalli er at vera við lið teirra, ið hava tað svárt. Eisini um páskirnar 2025 eru menniskju tyngd av sorg og sakni, tí deyðin vitjaði ein av teirra kæru.
Guð styrki tey, ið syrgja, tí ein av teirra kæru varð kallað/ur til æviga hvílu.
Tað er linnandi, tá vit ynskja hvør øðrum gleðiligar páskir í nærveru og hjáveru. Tónin í heilsanini er sigandi.
Kirkjan er hjástødd og gevur tilveruni gætur, tá ið vit heilsa hvør øðrum við vónríku heilsanini um páskirnar.
Gleðiligar páskir í Jesu navni.
Biskupur