Skriva út

Gleðiligar páskir!

08.04.2023 Tíðindi

Fólkakirkjan ynskir øllum føroyingum burturi og heima einar gleðiligar páskir. Tað sama ynskið verður borið teimum fremmandu í Føroyum og heimsins fólkasløgum.

Um páskirnar hátíðarhalda vit uppreisn Jesu Krists. Vit hava í føstuni fylgt Jesusi ávegis til líðing og deyða, og langafríggjadag doyði Meistarin.

Páskamorgun fingu nakrar kvinnur, ið høvdu umsorgan fyri Jesu deyða likami, tey gleðiboð, at Jesus var risin upp av deyða. Lívið vann sigur, hóast deyðin vitjaði.

Við grøv Jesu segði eingilin við kvinnurnar: “Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt.”

Biskupur