Skriva út

Gleðilig jól og gott nýggjár

29.12.2009 Tíðindi
Gleðilig jól og gott nýggjár

Sjálvt um vit telja jólini til 13. dag, ja líka til 20. dag jóla, mega vit ásanna, at jólahaldið hjá teim flestu er av. Tann hugnaligi dámurin viknar, og dagurin líkist einum vanligum gerandisdegi.

Í mangar mátar er tíðin millum jólanna ein deilig tíð. Stákanin er hasað av, og børnini hava fingið sínar gávur. Ein hugnalig tíð hjá teimum, ið hava møguleikan at hugna sær. Ein torfør tíð hjá øðrum, har sorg ella vanlagna rakti meint. Tað er altíð onkur, ið grætur á jólum, og vit lýsa samkenslu.

Hjá fólkakirkjuni var 2009 eitt gott ár í nógvar mátar. Eyðvitað kann eitthvørt vera og gerast betur. Samanumtikið vignaðist væl, og fíggjarliga er støðan á eini rímiligari leið.

Samstarvið fevnir breitt, og bondini til ta politisku skipanina eru jalig. Føroya Løgting og Føroya Landsstýri liva upp til tær vónir, ið vit settu okkum, tá umsitingin av fólkakirkjuni varð yvirtikin sum føroyskt málsøki. Tann politiska fyrisitingin, Mentamálaráðið, er sum heild í einum jaligum samstarvi og samskifti við leiðsluna í fólkakirkjuni. Fyrisitingarliga er nógv hent í 2009, t.d. kor og rættindi prestanna, nýggj størv og seks prestastørv verða mannað 1. februar.

Fremsta uppgávan hjá fólkakirkjuni er at prædika gleðiboðskapin um Jesus Krist og forvalta sakramentini. At vera menniskjum til hjálp og signingar er í fólksins kirkju ein eyðsýnd uppgáva. At vera til tænastu er aðalmál fólkakirkjunnar. Og júst tænastan ger fólksins kirkju til eina Kristi kirkju. Kristi sinnalag, - maðurin, ið ongan rak burtur.

Øllum teim mongu, sum hava gjørt eina tænastu í orðum ella verki, við bøn og forbøn, við trúfesti í halgidóminum ella á annan hátt hava dugnað kirkjuni, verður søgd ein hjartalig tøkk fyri trúfesti og nærlagni.

Tað er eingin sjálvfylgja, at kirkjurnar eru mannaðar við tænarum. At kirkjurnar verða hildnar við líka. At tær eru heitar, fjálgar og reinar. At fólk kennir tað fjálgt at koma í kirkju. Fólkakirkjan er eingin sjálvfylgja, - nógvar hendur taka tøk og lyfta í felag.

Stóra tøkk øll tit mongu ónevndu.

Leiðslan í fólkakirkjuni ynskir Føroya fólki burturi og heima eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjar. Vit ynskja teim fremmandu og teimum, ið vitjað oyggjarnar, alt gott í komandi ári.

Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjar!

JF