Skriva út
Gleðilig jól!
17.12.2010 Tíðindi

Um jólini minnast vit komu Jesu til jarðar. Guð elskaði heimin so høgt, at hann gav jørðini einborna son sín sum frelsara.
Danska fólkakirkjan hevur eina visjón, sum er orðað sum stevna og skrá. Í álitinum 1477 stendur skrivað : “Sum kristin kirkja hevur Fólkakirkjan ta missión at boða Kristus sum alra heimsins frelsara.”
Sama aðalmál hevur føroyska fólkakirkjan. Í hesum anda ynskja vit øllum Føroya fólki og øllum heimsins fólkasløgum eini gleðilig og signað jól.
Eingilin segði : “Óttist ikki; tí sí eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði.” (Lukas 2,10-11)
Gleðilig jól!
JF.
Onnur tíðindi