“Give me Jesus on the line”....

Koronutíðin gav okkum alsk til súrdeiggi aftur. Súrdeiggið er ístaðin fyri ger, sum fær baksturin at ganga. Skalt tú byrja at baka við súrdeiggi, kanst tú fáa tað frá einum øðrum, og eitt slíkt deiggj kann hava sína gongd gjøgnum fleiri ættarlið. So tað, sum langomman byrjaði, kanst tú enn brúka í dag.
Hvat gongur aftur gjøgnum ættina? Hvat geva vit víðari og hvat havi eg fingið við? Vit liva í tíð, har hugtak sum vani ikki er høgt í metum. Hildið verður, at ein vani er tekin um nakað sum bara heiladeytt verður endurtikið og er uttan lív. Tú hevur ikki fyri neyðini at gáa um vanan, tú gert tað bara.
Hava ættarlið undan okkum givið okkum ans fyri “stórum orðum”, virðing fyri náttúru og hennara mátti, skaparverki og undran og takksemi, at vit búgva her. Hava vit forvitni og leitanin eftir, at tað má vera ein Guð, sum er mátturin, sum alt er komið frá og sum alt eina ferð fer aftur til?
Tíðin í dag er ein skundmikil tíð. Vit eru full av okkum sjálvum og hava endaleys ynski, hvussu júst mítt lív skal vera, men tað kann lætt verða ein einsamøll gongd.
Hoyra vit guddómliga andadráttin í øllum tí livandi? Ella hugsa vit meiri um at hava tamarhald á egnum andadrátti?
Á jólum fara flest okkara at hoyra um hendingina, tá lítla barnið Jesus varð føtt, vaks seg til mans og gekk og lærdi frá sær á okkara bláu stjørnu. Hann lat okkum vita, at himmalsku armarnar rukku til jørðina og til ber at koma í samband við tann Almáttuga, men dugi eg at finna vegin fram?
Jú, í dag so kanst tú fáa app, har tú kanst spyrja Jesus um alt millum himmal og jørð. Hav telefonina í lummanum, so er skjótt at spyrja “Jesus”, hvat hann heldur um hetta ella hatta. Hetta er sjálvandi AI stýrt og tú skalt gjalda fyri at spyrja. Prísurin varierar um tú vilt spyrja Jesus ella kong Dávid ella Sálomon. Og AI vil hava at vita, hvør tú er, so upplýsingarnnar kunnu goymast og møguliga fara í aðrar hendur, sum kanska ikki vilja tær væl?
Er kristna bønin, sum ofta er definerað, sum eitt “suff ella hjálp”, horvin ? Tann kristni hevur tráleyst samband í boði : “Heit á meg og eg skal svara tær” og millum Guð og menniskjuna eru ongir pengar. Tað loysigjaldið er langt síðani goldið.
Í hesum døgum eru Halloween og Alla halganna. Vit minnast tey, sum farin eru og tendra ljós og hava guðstænastu, har nøvnini á teimum, sum farin eru, verða lisin upp. Halloween er bæði eiturkoppar, eiturnotir og ræðandi græskar, tí søgan sigur, at deyðans ríki er á glopp hesar dagar og tað ræður um at vanda sær fyri tí, sum ferðast í myrkrinum.
Andsøgnin er kristna mentanin, sum boðar okkum ljós, frið, og tá vit doyggja eru vit aftur haðani vit komu, í teimum livandi hondum.
Føsta og grýlur er aldargamal siður, sum gongur móti páskum, men grýlan tykist dvína fyri heksini.
Onkur sigur, at hetta er harmleysur handilssiður, men onnur ynskja hann, har piparið grør. Las um kirkju, har prestar - heldur enn at finnast at - valdu at lata konfirmantar lata seg í sum einglar og tey sum komu og lótu upp kirkjudyrnar fingu heitt kakao, bollar og góðgæti afturvið góðum tónleiki. At ljósið vinnur á mykrinum og onki er at óttast.
Og nú vit eru við deyðan í eini tíð, har vit siga um eg doyggi, heldur enn tá eg doyggi, er nýtt fyribrigdi, sum eitur “grief bragging”, sum kanska kann umsetast sum sorgarreyp.
Tað er tá onkur kendur doyr, so gerast fólk fjálturstungin og vilja sera fegin siga umheiminum, at “eg kendi hann ella hana”. Hava tey onkra mynd, sum er tikin av henni og tí deyða, so er skjótt at leggja á alnótini og siga “mín góði vinur” hóast hetta kanska var ein tú bara heilsaði eina ferð uppá. At okkurt av tí kenda við tí deyða eisini dettur á tann, sum eigur myndina, so eisini har kunnu vit heysta viðurkenning. Soleiðis kunnu vit lukrera uppá tann deyða.
Tíðir og vanar broytast og onki stendur í stað.