Gimmi úr Grønlandi á Glyvrar

Mikukvøldið var hátíðarløta í Glyvra kirkju, sum fyrstu ferð nakrantíð var karmur um eina prestavígslu. Hetta, tí 48 ára gamli klaksvíkingurin, Gimmi Olsen, var prestvígdur, so hann kann taka við sum virkandi prestur fyri Meinhard Bjartalíð, nú hann verður í farloyvi næstu tríggjar mánaðirnar.
Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen
– Vit upplivdu hetta sum eina stóra og tignarliga løtu, har vit ikki minst fingu eina djúpa kenslu av, at her vóru vit veruliga vælkomin. Bæði sjálv gudstænastan og løtan aftaná í Skótahúsinum við Løkin vóru góðar og fingu okkum at kenna okkum væl, sigur Gimmi Olsen, ið saman við konu síni, Karinu Lassen, er komin til Føroya at starvast eftir átta ár í Grønlandi.
– Øll árini hava vit trivist øgiliga væl í Grønlandi, har vit bæði millum grønlendingar, føroyingar og danskarar hava havt nógvar góðar vinir. Men tá ið arbeiðsumstøðurnar hjá mær broyttust, fóru vit at hyggja at møguleikanum at flyta heimaftur til Føroya. Vit bæði hava verið gift í tjúgu ár, men hava bara í tvey ár búð í Føroyum, og tá ið vit eingi børn hava, hava vit jú eitt frælsi at gera sum vit vilja.

Gimmi Olsen og Karina Lassen eru nú flutt heimaftur til Føroya, eftir at hava verið virkin í fleiri londum. Síðstu tjúgu árini hava tey bara búð tvey ár í Føroyum
Gimmi Olsen er klaksvíkingur, men hevur sterkar røtur í Kalsoynna, tí mamma hansara var ættað úr Mikladali. Hann sigur, at tey vóru ein vanlig vanlig familja og føldu seg sum kirkjufólk, og hóast tey mest vóru á kirkju á jólum og soleiðis, hevur hann fingið góða barlast heimanífrá, har hann varð lærdur at biðja faðirvár og at signa seg, umframt at virða og vera góður við síni medmenniskju.
– Vit ferðaðust nógv til Mikladals, men tá var øðrvísi, tí tá fóru vit í kirkju hvønn sunnumorgun. Eg havi altíð trúð á Guð, men tað var serliga frá ungdómsdøgunum í KFUM & K í Klaksvík, at hetta við Jesusi á krossinum og alt tað gjørdist meira ítøkiligt, sigur hann.
At lesa í búnum aldri
Tað var í lutfalsliga búnum aldri, at Gimmi fór at gera nakað við at útbúgva seg, og tá ið Gimmi sum lærari var við Thurid og Snorra Brend í Mali, tók hann tað fyrsta árið av gudfrøði við Menighetsfakultet í Norra sum sjálvlestur.
– Eg var 28 ára gamal, tá ið Karina og eg giftust í 2005, og tá ið eg so segði, at eg ætlaði mær at gera ta tilsamans seks ára longu útbúgvingina lidna, gjørdi hon bart og segði, at tað skuldi ikki taka ein dag yvir fimm ár. Tað eydnaðist mær at fáa tað avgreitt eftir hálvumfimta ári, tí meðan míni ungu lestrarvinir sótu á kafé, sat eg og las, so tí bar tað til, greiðir Gimmi frá lestrartíðini.
– Eftir at lesturin var liðugur við ársenda í 2008, vóru vit eitt hálvt ár í Føroyum, áðrenn vit fóru víðari. Longu tá høvdu vit ein tanka um at vera virkin í missiónsarbeiði, og fyri at gera eina langa søgu stutta, fór fyrst á eitt fyrireikingarskeið í Oslo, síðani á málskúla í Senegal, áðrenn vit fóru til Mali, har vit vóru í tveimum umførum. Tað gjørdist ófriðarligt, og tá endaðu vit eitt skifti í Aserbadjan, so vit upplivdu eitt sindur av hvørjum.
Nývígdi presturin hevur gamaní ikki virkað sum sóknarprestur fyrr enn nú, men hevur tó møtt og virkað í luthersku kirkjuni í fleiri londum, bæði Føroyum, Norra, Mali, Aserbadjan og seinast Grønlandi.
Spennandi ár í Grønlandi
Tá Karina var yngri, hevði hon arbeitt sum au pair-genta í Sisimiut í Grønlandi, og sjálvur hevði Gimmi siglt við rækjutrolara og fleiri ferðir verið inni í Grønlandi og landað. Tey høvdu bæði hug til at fara til Grønlands, og tá Karina fekk starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á Dronning Ingrids sjúkrahúsi í Nuuk, gjørdist hetta veruleiki. Gimmi tókst fyrstu tíðina við alt møguligt fyrifallandi.
– Eg hevði tikið gudfrøðiútbúgving og pastoralseminarii í Norra, men fyri at eg skuldi kunna gerast prestur í Føroyum, kravdist latín aftrat, so tað tók eg sum sjálvlesandi í hálvtannað ár um universitetið í Kjøpinhavn og tók seinastu royndina í latíni á universitetinum í Nuuk í 2019. Tá tey so funnu útav, at eg longu var útbúgvin gudfrøðingur, læt tað dyrnar upp fyri arbeiði har, greiðir Gimmi frá.
Frá seint í 2018 varð hann tí brúktur sum undirvísari av bæði gudfrøði- og sjúkrarøtkarfrøðilesandi, og fyrst í 2019 fekk hann fast starv og undirvísti har til í summar í ár. Tá broyttust umstøðurnar so mikið, at hann fór at hugsa um føroyskar arbeiðsmøguleikar.
– Prestastørv vóru leys at søkja bæði í Vága prestagjaldi og Glyvra prestagjaldi, og eg søkti bæði, og tá ið eg so fekk játtandi svarið frá Glyvra prestagjaldi, tók eg hina umsóknina aftur. Samstundis fekk Karina eitt dreymastarv á G1 á Landssjúkrahúsinum, so vit kunnu ikki annað enn vera nøgd við, hvussu alt hevur lagað seg hjá okkum, sigur nýggi presturin á Glyvrum.
– Vit hava trivist ordiliga væl í Grønlandi, har vit hava havt nøkur spennandi ár, men nú kendu vit, at rætta løtan var at fara heim at royna seg. Síðani 2011 hava vit átt hús í Klaksvík, har eitt ungt par í familjuni býr uppiá, og so hava vit havt kjallaraíbúðina til at taka, tá ið vit hava verið heima, og hon er nú “prestagarður” hjá okkum, nú vit endiliga eru flutt heimaftur.
Standa sína roynd
Tað var Jógvan Fríðriksson, biskupur, ið prestvígdi Gimma Olsen, og Uni Næs, dómpróstur, innsetti hann í kallið sum virkandi sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi frá 1. novembur í ár til 31. januar næsta ár. Fyri framman stendur tí ein spennandi tíð hjá Karinu og Gimma sum nýggj prestahjún.
– At eg fór at leita mær eftir prestastarvi, er heilt klárt, tí eg fegin vil brúka mína gudfrøðiútbúgving. Áður havi eg arbeitt sum náttarvakt á Blákrossheiminum, har eg var vanliga ílatin og í sambandi við ein og ein í senn, men nú eg skal arbeiða í prestakjóla og kraga, kann tað kanska tykjast eitt lítið sindur ræðandi, tí eg kenni meg kanska ikki verdan til tað, sigur Gimmi.
– Men longsulin eftir at koma at arbeiða sum prestur hevur verið har, og nú vóni eg so bara, at onkur av mínum menniskjansligu evnum matsja starvið og kallið. Í øllum førum sleppa hesir næstu tríggir mánaðirnir at vísa, um eg eri egnaður ella ikki. Eftir móttøkuna, vit hava fingið frá bæði teimum í Søldarfirði, á Glyvrum og í Rituvík, eri eg sera spentur at koma í gongd.

Glyvra kirkja varð mestsum fullsett mikukvøldið, og tann móttøkan hevur gjørt sítt til, at nýggi presturin beinanvegin kendi seg vælkomnan
Gimmi Olsen sigur, at hann fegin vildi gjarna verið byrjaður longu í dag, men má bíða til 1. novembur, sum er ein leygardag. Og dagin eftir er allahalganna sunnudagur, og tá fer hann at hava sína fyrstu gudstænastu í Glyvra kirkju sum virkandi sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi. Síðani verður hann í Rituvíkar kirkju 9. novembur og í Bønhúsinum í Søldarfirði 16. novembur.
– Tað verður spennandi at seta seg niður at skriva ta fyrstu prædikuna, og so skal eg eisini venja meg við, at eg skal hava eina nýggja prædiku klára hvønn sunnudag, umframt alt tað, ið annars fylgir við starvinum. Hetta er spennandi og eg gleði meg, sigur hann at enda.