Skriva út

Gevst eftir 28 ár í kirkjunnar tænastu

28.10.2021 Tíðindi
Mynd: Jákup Símun Simonsen er ikki á listanum til kirkjuráðsvalið týsdagin.

Jákup Símun Simonsen verður ikki millum nøvnini á vallistanum, tá hoyvíkingar skulu velja nýtt kirkjuráð týsdagin 2. november.

Jákup Símun takkar fyri seg eftir at hava verið kirkjuráðslimur í samfull 28 ár. Hann var í kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju, og tá Hoyvíkar kirkja kom, gjørdist hann limur í kirkjuráðnum fyri Hoyvíkar kirkju, har hann hevur verið formaður øll árini.

Jákup Símun Simonsen var eisini formaður í kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju tey seinastu fýra árini hann var har.

Jákup Símun er 55 ára gamal og í samrøðu við Kirkjutíðindi, sum koma út nú um dagarnar, sigur hann, at kirkjugongd hevur verið ein nátúrligur partur av uppvøkstrinum. Hann tók við sessinum í kirkjuráðnum í Havn eftir pápan Aksel Simonsen, sum doyði í góðum árum.

Jákup Símun var eisini limur í bygginevndini, sum stóð á odda tá Hoyvíkar kirkja varð bygd. Hetta var eitt stórt tak.

Kirkjuráðsvalið verður sum sagt týsdagin 2. november. Í Hoyvík stilla 12 fólk upp til valið.