Gerhard Hansen og Suðurslesvík
Søgan skapar ein samleika. At kenna søguna er at kenna seg sjálvan. Heimssøgan verður skrivað sum samtíðarsøga ella í søguligum baksýni. Søgan um kirkjuna í Rendsborg ber hesar báðar tættir í sær.
Gerhard Hansen gav í vár út bókina “Rendsborg Danske Kirkes Historie”. Talan er um eina kirkjusøgu, ið er væl úr hondum greidd og sipar til søguligar keldur. Talan er um vísindaligt arbeiði á góðum lættlesiligum máli. Bókin er á donskum, men nakað er skrivað á týskum, og tá talan er um keldur, er altíð ein donsk umseting til týskan tekst og øvugt.
Sjálvt um bókin viðger søguna hjá einum donskum kirkjuliði sunnan fyri markið ímillum Jútland og Týskland, so er bókin áhugaverd í føroyskum høpi. Talan er um ein danskan minniluta í einum umhvørvi, har týskt er móðurmálið. Tað danska málið og tann danska mentanin livir á ein hátt í útisetu ella kanska beinleiðis í útlegd.
Í Føroyum kenna vit søguna um tað danska og føroyska málið í kirkjuni. Áhugavert er at lesa, at nakað tað sama var støðan í Suðurslesvík. Tað týska málið og tað danska komu eftir tógvið stríð at liva lið um lið í tí kirkjuliga umhvørvinum, har danir møttust til gudstænastu ella kirkjulig átøk. Í Føroyum minnast vit gudstænastur, har bæði varð sungið á donskum og føroyskum eftir skipaðum viðurskiftum væl inn í sjey- ella áttiárini í undanfarnu øld.
Nakað av spenningi var ímillum tað danska fólkið / kirkjuliðið í Rendsborg og ta týsku kirkjuna. Talan var bæði um mentan og politisk medvit. Tankin at byggja eina danska kirkju í Rendsborg kom í hæddina um seinra heimsbardaga. Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur í 1948, og kirkjan varð vígd sama ár.
Tann málsliga tvístøðan minnir um støðuna hjá tí føroyska málinum í føroysku kirkjuni. Hinvegin vísir søgan, at samvinna og virðing skapa líkindi fyri vøkstri og kirkjuligari menning.
Eisini á annan hátt er bókin føroyingum viðkomandi. Høvundurin er føroyingar og ein av okkara prestum. Gerhard Hansen var prestur í Norðstreymoy og Vágunum við sæti í Vestmanna, eftir at hann við húski flutti heimaftur. Hann er doktari í gudfrøði og hevur granskað og skrivað. Vit minnast hansara viðkomandi og sigandi prædikur, har veruleikin møtti tí evangeliska tekstinum. “Guðs orð sum miðdepil – um kirkjuliðið er stór ella fáment”. Sum skrivað stóð í Flensborg Avis, tá prósturin innsetti Gerhard í kallið í 1981.
Ein áhugaverd bók, ið er verd at lesa. Samtíðar søgan vísir eitt tíðarskeið, har føroysk prestafólk dugnaðu donsku kirkjuni í Slesvík og vóru við í arbeiðinum at byggja brýr ímillum ymisk fólkasløg og ymiska mentan.
Gerhard, - tillukku við bókini.
Jógvan Fríðriksson, biskupur