Skriva út
Gera meiri burtur úr gudstænastuni
23.03.2012 Tíðindi

FØSTA: Í mongum kirkjum kring landið hevur ikki verið eins lætt at fáa fólk í kirkju til eina føstugudstænastu, sum til eina vanliga gudstænastu sunnudag. Hetta hava tí prestarnir í Havn og Hoyvík tikið sum eina avbjóðing.
Í sambandi við ársins føstugudstænastur er gjørdur ein serstakur faldari, har greitt verður frá tí sum fer fram undir gudstænastuni í teimum trimum kirkjunum – Vesturkirkjuni, Havnar Kirkju og Hoyvíkar kirkju.
Byrjað varð við tveimum gudstænastum í Hoyvík, síðani tveimum í Vesturkirkjuni, og í farnu viku og nú mikukvøldið verða gudstænastur í Havnar kirkju.
Við gudstænasturnar verður pínslusøgan lisin, eins og serligir føstusálmar verða sungnir. Haraftrat hevur ymiskur tónleikur verið framførdur – sum tilfeldið var mikukvøldið í Havnar kirkju, tá Tórshavnar Kamarkór sang við gudstænastuna, har Jákup Reinert Hansen av Sandi prædikaði.
Í hesi føstuni er bert tann eina gudstænastan eftir í høvuðsstaðnum. Hon verður nú mikukvøldið 28. mars klokkan 20 í Havnar kirkju, har Theodor E.D. Olsen, sóknarprestur úr Kvívík prædikar.
Ein umráðandi spurningur í hesum sambandi er, um øll hesi tiltøkini í sambandi við gudstænasturnar hava givið úrslit. Eingin veit sjálvandi, hvørja ávirkan tað boðaða orðið hevur á tað einstaka kirkjufólkið. Men ein skjót staðfesting er í øllum førum hon, at munandi fleiri fólk hava verið til ársins føstugudstænastur í høvuðsstaðnum, enn undanfarin ár.
Ikki tí – tað er ikki bert í Havn at meiri verður gjørt burturúr føstugudstænastunum. Aðrastaðni hava bæði kór- og tónleikaframførslur verið til stóra gleði fyri kirkjufólkið.
Orð: SB
Mynd: Ingi Sørensen, Argir
Onnur tíðindi