Skriva út
Gásadalur og Keypmannahavn
07.04.2011 Tíðindi

Føstan er ein rík virðismikil tíð í kirkjuárinum. Í seks vikur verður Pínslusøga várs Harra Jesu Krists lisin ella umtalað í prædiku og lestri. So nógv stríð, líðing og kvøl tók Jesus á sínar herðar, til tess at vit í uppreisn hansara páskamorgun kunnu ognast Guðs rættvísi.
Týsdagin 29. mars í ár vitjaði eg á fyrsta sinni kirkjuliðið í Gásadali. Høvið var ein føstugudstænasta. Annars verða gudstænastur regluliga hildnar í skúlanum. Ein sera væl hildin og snotiligur skúli. Kirkjuliðið í Gásadali fær góða hjálp frá fólkum aðrastaðni úr oynni.
Tá eg kom inn í skúlan, sá bygningin og møtti kirkjuliðnum, spurdi eg meg sjálvan : Hvat er fólkakirkjan? Hvat er hennara uppgáva?
Í yvir 25 ár havi eg verið ein teirra, sum havi umrøtt hesar spurningar. Mangan dvaldu vit við økir, ið vit hildu kravdu bata. Og batar krevjast, treyðugt so!
Vísdómurin hyggur í allar ættir, og sær eisini tað, ið er gott og vignast. Eingin orsøk er at stara seg blindan í tí, ið miseydnast.
Men aftur til settu spurningar. Svarið var mangan, at vit máttu gera meira við hetta og bøta um eitthvørt annað. Mangan var tað satt, at so var!
Gudstænastan var heit og fjálg, og sálmasangurin gekk væl. Eini 14 fólk møttu. Eftir gudstænastuna fingu vit kaffi og heimabakaða kaku. Tað gagnaðist væl, og síðani tosaðu vit í stuttum fyrilestri um lívsins skiftandi forløg. Tveir tímar í skúlanum og eitt væl eydnað kvøld.
Ávegis suður til Havnar, kom svarið av sær sjálvum : Fólkakirkjan er. Talan er um sagnorðið at vera, at vera uttan ð. Tað ræður um at vera, vera í orðsins tænastu, vera til staðar og geva fólkinum gætur.
Sunnudagin 3. apríl vitjaði eg eftir áheitan Samuelskirkjuna í Keypmannahavn. Føroysk gudstænastu verður hildin fyrsta og triðja sunnudag í hvørjum mánaði.
Skt. Ólavs Kirkjulið hevur mong ár á baki. Sóknarpresturin og konan tóku ímóti mær á jarnbreytini, væl fagnaður og móttikin. Hugaligt var at møta umboðum fyri kirkjuráðið og tosa við føroyingar í útisetu. Onkur var í lestrarørindum, onnur høvdu búð í býnum í langa tíð, og onnur vóru í sjúkraørindum.
Væl av fólki møtti, og løtan eftir gudstænastuna, har vit kundu njóta ein góðan kaffimunn, gav eina fjálga kenslu av sosialari nærveru.
Hvat er fólkakirkjan? Hon er. Hon er í tí heimliga, eini lítlari bygd í Føroyum. Hon er millum útisetar. Hon er mitt í fólkinum, eigur at vera. Okkara uppgáva er at skipa so fyri, at hon er, - ikki einans nakað, ið einaferð verður. Tí tilveran er at vera, - vera uttan ð.
Ríkar løtur á fjarskotnum plássum, ið tó eru so ymisk í stødd og vavi, sum ymiskleikin kann vera. Og vit vóru væl nøgd.
JF.
Onnur tíðindi