Skriva út

Gamli maðurin og havið – og Kristus

15.04.2022 Tíðindi

Jóh 19,17-19: “Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallast Ennistaðurin, og sum á hebráiskum eitur Golgata. Har krossfestu teir hann og saman við honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, men Jesus í miðjuni. Men Pilatus skrivaði eisini eina yvirskrift og setti hana á krossin; har stóð skrivað: «Jesus úr Nasaret, kongur Jødanna.»”

Í 1952 gav kendi amerikanski rithøvundurin, Ernest Hemingway, út skaldsøguna, Gamli maðurin og havið (The Old Man and the Sea). Fyri hesa bók, ið telist millum tær kendastu og mest lisnu í 20. øld, fekk hann í 1954 bókmentavirðisløn Nobels. Bókin er stutt, og tekur hon umleið hálvan triðja tíma at lesa úr enda í annan.

Sjálvur minnist eg, at vit í fólkaskúlanum lósu bókina um gamla mannin og havið á enskum máli, og er hon ein av bókunum, ið eftirfylgjandi veruliga hava fest seg í minnið hjá mær. Tað var eitthvørt hugtakandi, eitthvørt dragandi við júst hesi bók. Tað var eitthvørt, ið vakti ans og setti tankarnar í gongd. Seinni havi eg lisið hana fleiri ferðir, – og er hon líka hugtakandi at lesa hvørja ferð. Eftir míni meting megnar henda bók tvey sera torfør ting samstundis: 1) at vera ein meistaralig men einføld frásøgn í sjálvum sær, 2) samstundis sum hon eisini er ein óendaliga djúpur brunnur av vísdómi um mannalívið og tilverunnar viðurskifti.
Hví lesa vit søgur og skaldskap? Man tað ikki vera, tí vit har vilja finna útav, hvat og hvørji vit eru? Hvat tað merkir at vera menniskja? Tí søgurnar og skaldskapurin lýsa okkara menniskjaliga lyndi og kanska eisini avdúka okkum?

Í stuttum snýr hon seg um gamla útróðrarmannin, Santiago, sum býr í Havanna á Kuba. Í 84 dagar hevði hann fiskað uttan at fáa nakað. Í bókini verður hann tí lýstur sum ein salao, t.e. ein, ið hevur mist sína fiskieydnu. Santiago hevði lært upp unga dreingin, Manolin, men orsakað av vánaligu fiskieydnuni høvdu foreldrini noktað honum at fiska saman við gamla manninum. Heldur skuldi hann fara við øðrum bátum, ið høvdu betri fiskieydnu. Gamli maðurin og Manolin høvdu tó eitt sterkt band, og Manolin plagdi at vitja Santiago og at rætta honum eina hjálpandi hond, tá ið tørvur var á tí.

Men hvat er hjá gamla manninum at gera fyri at venda fiskieydnuni?
Ein dagin ger hann av at royna uttarlaga, nógv longur burtur frá landi, enn hann var vanur at royna. Hann er sannførdur um, at hann ikki hevur mist fiskieydnuna, og at alt nokk skal laga seg. Meðan hann fiskar, merkir hann knappliga, at ein sjáldsama stórur fiskur hevur bitið á húkin. Ja, so stórur er fiskurin, at tað er hansara lívs fongur. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa fiskin til høldar, tí hann stríðist ímóti. Í tveir dagar dregur fiskurin bátin higar og hagar, meðan Santiago stríðist av øllum alvi og við hondunum heldur fast í línuni, so hon ikki skal slitna, og hann missa henda veldiga fong, sín lívsins fong.

Triðja dagin er fiskurin, ið er ein svørðfiskur, útmøddur, og loksins kann Santiago draga fiskin inn móti borðinum og fáa tikið lívið av honum. Tá gerst hann varur við, hvussu stórur fiskurin í grundini er, og tá gerst honum greitt, at ikki er hugsingur um at fáa pláss fyri honum á dekkinum. Santiago verður tí noyddur at sleipa fiskin til lands. Tað er tó ein stórur trupulleiki: havið er fult av hávum, og blóðið frá fiskinum ger, at hávarnir koma úr øllum ættum. Hin gamli roynir, alt hann er mentur, at stríðast ímóti hávunum, men til fánýtis. Teir eru so nógvir, og hann hevur tí ongan møguleika.

Fólk vóru farin at sakna Santiago, tí hann hevði verið so leingi burtur – tríggjar dagar. Men næsta morgunin leggja fólk til merkis, at hann var komin aftur til lands, tá tey sóu bátin. Tá er tað, at tey síggja henda stóra fiskin, hann hevði fingið, og at tað einasta, ið var eftir av honum, tá ið alt kom til stykkis, vóru høvdið og beinagrindin. Hetta var vorðið sum fongur! Bergtikin vóru tey av stóra fiskinum, men um alt tað stóra stríðið og strevið hjá Santiago, stríðsmanninum á havinum, vóru tey óvitandi, um tað vistu tey einki.

Bókin, Gamli maðurin og havið, er ein meistaralig, skaldslig lýsing av mannalívinum, soleiðis sum tað viðhvørt kann hátta sær:
Viðhvørt kann lívið kennast sum eitt stríð. Viðhvørt eru tað mótgongdin og stúranin, ið seta dagsskránna. Viðhvørt fáa vit kensluna av, at vit ikki fáa ta løn, vit halda okkum hava uppiborið, fyri alt okkara stríð og strev. Gamli maðurin stríddist á havinum við stóra svørðfiskin, og viðhvørt kenna vit tað, sum hava vit okkara egna fisk at stríðast við. Viðhvørt roynist lívshavið okkum ókyrt, og vit fáa okkara brotasjógvar. Ikki so sjáldan kunnu vit halda, at vit hava lagt nógva tíð og orku í eitthvørt, og so – tá ið alt kemur til stykkis – fáa vit ikki tað burturúr, sum vit ætlaðu ella væntaðu. Men soleiðis er tað at vera menniskja. So einfalt og tó so trupult, og er tað millum annað hetta, Hemingway lýsir so meistaraliga væl í søguni um gamla mannin og havið.

Tað skerst ikki burtur, at ein bók, ið er so djúp sum Gamli maðurin og havið, kann verða tulkað á so mangar ymiskar hættir. Temuni í henni er alheimslig og nema øll menniskju allastaðni. Vit kunnu millum annað nevna: sambandið millum náttúruna og menniskjuna. Um tað at halda út og ikki at geva upp í trongum tíðum. Menniskjunnar samband við tað ótamda. Um vinalag millum menniskju. Harumframt nemur hon eisini okkara lívsroyndir, nevniliga at vit øll hava okkara at stríðast við í lívi og tilveru.

Vit eru stødd í føstuni, ið er tíðin, har vit á serligan hátt minnast Jesu líðing og deyða. Aftur í ár hoyra vit boðskapin um hann, ið gekk líðingarvegin okkara vegna, og at enda varð avrættaður sum brotsmaður á einum rómverskum krossi. Tað er søgan um hann, sum – alt sum hann gekk líðingarvegin – gjørdist alsamt meira og meira einsamallur og einsamur. Í føstuni minnast vit hann, sum í kærleika tók á seg krossin og gekk allan tann tunga vegin út á Golgata-heyggin. Føstan er tí eisini tíðin, har vit verða mint á, at Jesus fór undir hitt størsta stríðið, og at hann – í og við pínsluvegnum – vann okkum sigurin. At hann á egnum kroppi kendi stúran og ótta, líðing og mótgongd, eins og vit. Ja, føstan er tíðin, har ið vit á serligan hátt hugsavna okkum um Jesu líðingarveg og av nýggjum gera føstuboðskapin livandi og nærverandi í sinni og í huga okkara.

Eftir mínum tykki er eingin ivi um, at Hemingway hevur havt hin líðandi Kristus í huganum, tá hann hevur skrivað framúrskarandi bókina um gamla mannin og havið. Henda bók – ella í hvussu so er Santiago – kann tískil verða tulkað gjøgnum ein kristologiskan tulkingarlykil, nevniliga at gamli maðurin er eitt slag av einum Kristus-figuri. Við øðrum orðum: Líðingarsøgan hevur verið við til at geva høvundanum íblástur til hesa bók. Onkursvegna hómast hon í bakgrundini, viðhvørt meira og viðhvørt minni, sum ein lesur bókina úr enda í annan. Líðingarsøgan, ið er nýggj og hevur nakað nýtt at bera okkum, hvørja ferð vit lesa hana. Líðingarsøgan, ið er so hugtakandi og hevur eina slíka dýpd, sum ikki kann rúmast í okkara menniskjaliga viti. Hon er søgan um Jesu líðing, ið sigur okkum tveir sannleikar samstundis: sannleikan um okkara egna lív eins væl og søguna um hann, ið gjørdist okkara bjargari og gekk vegin út á Golgata-heyggin fyri okkum.

Í frásøgnini um gamla mannin og havið sipar Hemingway í fleiri umførum óbeinleiðis til Jesu líðing og deyða gjøgnum høvuðspersónin, Santiago. Fyri tað fyrsta var hann – eins og Jesus – noyddur at fara einsamallur undir uppgávuna. Eins og Jesus bar kross sín, lesa vit um gamla mannin, at hann sjálvur bar skipsmastrina, seglið og aðra útgerð á sínum egnu herðum, – sum var tað ein krossur, hann bar. Í tvey døgn var Santiago noyddur at halda fast í línuni við hondum sínum. Hvat var úrslitið? Jú, at línan skar í hendurnar, so tær vórðu særdar og bløddu. Henda mynd er okkum vælkend! Hvar hava vit hoyrt hana fyrr? Jú, í Jesu líðingarsøgu. Í søguni um hann, ið varð negldur gjøgnum hendur og føtur.

Tá ið ápostulin, Tummas, hitti ápostlarnar eftir páskir, segði hann við teir: “Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí”. Hjá mongum kristnum um allan heim eru Jesu særdu hendur sjálv ímyndin, ja, sjálvt eyðkennið, fyri Jesu stóra kærleika til okkara.

Líðingarsøgan um Jesu pínsluveg nemur nakað í okkum. Í henni síggja vit, hvussu stóran kærleika Guð hevur til okkara, og hvussu nógv tað kostaði Guði at bjarga okkum úr valdi myrkursins. Í frásøgnini um Jesus Krist hava rithøvundar og listafólk um allan heimin funnið inspiratión og eru av henni vorðin kveikt til at skapa meistaraverk, ið síðan hava verið mannaættini til mikla gleði.

Júst hetta sama er søgan um gamla mannin og havið eitt gott dømi um. Hóast Hemingway ikki nevnir tað beinleiðis, so hómast motivini og tilsipingarnar í bakgrundini. Tá ið Hemingway skal lýsa okkara menniskjaliga stríð og strev, hvar skal hann tá millum annað finna myndirnar? Jú, í líðingarsøguni um Jesus Krist, har vit læra so nógv bæði um okkara egna menniskjaliga hjartalag og um hann, ið elskar okkum. Í hesi søgu, har vit lesa um hann, ið tók á seg størsta stríðið og upplivdi órættvísi, órætt, hatur, svik, misnýtslu av valdi o.s.fr. á egnum kroppi. Í hesi søgu, ið lærir okkum, hvussu skjótt vit menniskju kunnu falla, men samstundis eisini lærir okkum at órættur og órættvísi ikki fáa síðsta orðið, men Guðs kærleiki í Jesusi Kristi.

Sum menniskju kunnu vit tí spegla okkum sjálvi og okkara egna lív í søguni um Jesus Krist. Har læra vit nakað grundleggjandi um okkum sjálv, og hvat tað merkir at vera mansbarn á foldum, samstundis sum vit eisini læra um Guðs kærleika til okkara og alt tað, hann hevur gjørt fyri okkum.

Nær kunnu vit nýta hana? Tá ið vit kenna á okkum, at lívið ikki gongst eftir vild. Tá ið vit hava rent okkum í tunga mótbrekku. Tá ið vit kenna tað, sum myrk skýggj skugga fyri sólarljósinum av himni. Líðingarsøgan lærir okkum, at Jesus Krist skilir og fatar okkum, tí hann hevur kent allan mótburð og alla líðing á egnum kroppi. Tann kristni Guð er ikki ein fjarur Guð, ið er langt burtur, men hann er komin nær: Hann fekk sand inn undir neglirnar, sveitta á pannuna og tár í eyguni – eins og vit. Hann er Jesus Krist, ið steig til jarðar, ið gekk inn undir menniskjunnar mangan so fløktu kor, tók á seg krossin og líðingina okkara vegna.

Eg fari at enda við einum broti úr bókini um gamla mannin og havið, har tilsipingin til Jesus Krist gerst sera týðilig. Tá ið gamli maðurin var komin aftur til lands, var tað náttartíð og myrkt. Útarmaður legði hann leiðina heim til húsa aftur. Vit lesa um hann:

“Hann tók mastrina, rullaði seglið upp á hana og bant samanum. So tók hann hana á økslina og fór niðanfrá. Tá fyrst skilti hann, hvussu móður hann var. Hann steðgaði á og hugdi aftur um seg. Í skininum frá breytarljósunum sá hann tann stóra svørðfiskastertin standa uppundan væl aftan fyri bátin. Tann piðaði ryggurin var sum ein hvít strika at síggja, so kom tað svarta høvdið við svørðinum framúr. Tað var alt, ið var eftir av fiskinum. Hann fór aftur til gongu, men tá ið hann var komin upp á bakkan, datt hann og var liggjandi leingi við mastrini á økslini. Hann royndi at sleppa sær á føtur aftur; men hann skaldi tað ikki, og so var hann sitandi undir mastrini og hugdi niðan eftir vegnum. ... At enda legði hann mastrina av sær og reisti seg upp. So tók hann hana aftur og legði hana á økslina og fór so raggandi niðan eftir vegnum. Fimm ferðir mátti hann hvíla, áðrenn hann vann upp hús”.

Morgunin eftir sá ungi drongurin, Manolin, at gamli maðurin var komin aftur til húsa. Hann fór tí inn í smáttuna at vitja hann, meðan hann lá og svav: “Hann sá, at hann dró andan; so sá hann hendurnar á honum og skar útúr at gráta”. Motivini eru vælkend: Tær særdu, bløðandi hendurnar. Maðurin, ið gongur tungu mótbrekkuna við tungari byrði á bakinum: Jesus Krist. Tað er hetta, ið er sjálv kjarnin í tí boðskapi, vit hoyra í líðingarsøguni.

Eftir míni fatan er týðiligt, hvør íblástrarkeldan til hesa framúrskarandi og hjartanemandi lýsing av gamla útróðrarmanninum, Santiago, er: Jesus Krist. Hjá honum, ið gekk líðingarvegin niðan til Golgata-heyggin og har varð krossfestur. Tað er hann, vit minnast hesar føstudagar, og gævi at boðskapurin um hann gerst livandi í okkara hjørtum og har festir røtur. Gævi at vit hesar føstudagar taka tann boðskap til okkara, at tað er hin líðandi Jesus Krist, ið er okkara vón og okkara álit.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðiri, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen!

Skrivað prædikuna hevur Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, doktaralesandi við Westfälische-Wilhelms Universität í Münster.

Kelda: Ernest Hemingway, Gamli maðurin og havið, Sprotin, 2014, s. 86-87.