Skriva út
Gamli biskupur á vitjan
08.07.2011 Tíðindi

Tað er áhugavert at fáa vitjan av Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupi. Saman við konuni Lisbeth vitjaði hann teirra gamla bústað og biskupsins arbeiðspláss. Tíðin gongur skjótt, og nú gongur væl á fjórða ári, síðani tey fluttu til Danmarkar at búgva.
Hans Jacob var biskupur í eini søguligari tíð við stórari fyrisitingarligari menning. Hann byrjaði eitt stutt skifti sum varabiskupur, síðani biskupur og loksins fyrsti biskupur í fólkakirkjuni, eftir at málsøkið fólkakirkjan varð yvirtikið sum føroyskt sermál.
Serliga tey fyrstu árini í stólinum vóru krevjandi, tá alt tað kirkjuliga lógarverkið skuldi lagast til føroysk viðurskifti, nú fólkakirkjan í Føroyum var vorðin eitt sjálvstøðugt biskupsdømi í danska kongaríkinum. Sigast má, at arbeiðið við lógunum vignaðist væl, so væl, at tað framvegis er ryggurin í okkara kirkjuligu lóggávu.
Hans Jacob hevur hollan kunnleika til grikskt mál, ið er frummálið hjá Nýggja Testamenti. Í fleiri ár undirvísti hann í hesi lærugrein á Guðfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum. Fleiri av prestunum, sum í dag eru í embæti í Føroyum, hava nomið málsligan kunnleika og nomið bíbliukunnleika við føtur hansara.
Kunnleikin til tað grikska málið vakti áhugan at arbeiða við Nýggja Testamenti. Hans Jacob tók stig til ein felagskirkjuligan arbeiðsbólk, ið setti sær sum mál at umseta Nýggja Testamenti úr frummálinum. Bólkurin var breitt samansettur, bæði prestar í fólkakirkjuni, fríkirkjunum og samkomuleiðarar vóru í arbeiðsbólkinum.
Slíkt arbeiði tekur sína tíð, men nú er umsetingin liðug. Vónandi kemur týðingin út innan alt ov drúgva tíð. Í skrivandi løtu verður mett, at hetta arbeiðið er eitt munagott frambrot innan felagskirkjuliga hugsan í føroyskari kirkjusøgu.
JF
Onnur tíðindi