Skriva út

Gamlaárskvøld 2025

31.12.2025 Tíðindi
Jf

Ársins seinasta dag verður steðgað á eina løtu, hugt afturá og mett um árið, ið fer um sýnuna.  Yvirskipað var 2025 verkliga sæð eitt gott ár hjá fólkakirkjuni. Vit gleðast um framstig og framburð á fleiri økjum.
Men tað týdningarmesta er fólksins lív og heilsa, at fólkið hevur tað gott. At kirkjan við orðinum um Jesus kann vera við til at økja um trivnaðin, innihaldið og lívsgleðina hjá fólkinum.

Hjá Guðs og fólksins kirkju er gamlaárskvøld kensluborið og sorgblítt, tí fólk – børn, ung, tilkomin og eldri – vórðu kallað til hvíldar. Sorg, tregi og tómrúm heita á kirkjuna við bøn um nærveru. Harrin troysti og styrki tey, ið syrgja ein av sínum kæru.

Tað dagliga og afturvendandi
Kendi heimspekingur dana, Søren Kierkegaard, segði, at lívið er ein afturvendandi endurtøka. Tað sama umaftur og umaftur við fáum frábrigdum. Virðið av og meiningin við lívinum er sjálv endurtøkan, ella gev okkum í dag okkara dagliga breyð.

Gudstænastan sunnu- og halgidagar er á mangan hátt ein endurtøka, tí frábrigdini eru fá frá einum sunnudegi til annan. Tað er hóast alt styrkin í okkara gudstænastuskipan, at nakað er afturvendandi, at vit ikki skulu út at leita eftir onkrum nýggjum, at vit hvønn dag fáa okkara andaligu føði og dagliga breyð.

Biskupur takkar teimum mongu, ið gera tænastu í kirkjuni, - kirkjuráðum, kirkjutænarum og prestum, - fyri trúfesti í verkligari tænastu, orðsins boðan og sangi. At kirkjan sum Guðs hús lívgar trúgv fólksins við teirra unniliga verki og persónligu hjáveru.

Nøkur avrik í 2025
Fólkakirkjan er grundfest í siðvenju, men mennist eisini, sum árini ganga.
Í summar var norðurlendsk biskupsráðstevna hildin í Føroyum. 45 biskupar vitjaðu á ráðstevnu, har temaið var “kirkjan í eini ófriðarligari tíð”. Tey vitjandi vóru væl nøgd, og tað er gleðiligt, at kirkjan í Føroyum megnar stórar uppgávur á millumtjóða og altjóða pallum.

Í september hevði Felagið fyri Kirkjuráðslimir  30 ár á baki.
Felagið fyri kirkjuráðslimir hevur stóran týdning fyri kirkjulívið í Føroyum, og hevur økt um vitanina um føroyskt kirkjulív, skapað samanhald og varpað ljós á umstøðurnar hjá kirkjuni.  Biskupur takkar felagnum fyri góð avrik.
Tá ið politiski myndugleikin arbeiðir við lógarmálum, ið nema fólkakirkjuna, er Felagið fyri kirkjuráðslimir hoyringspartur. Nýggja kunngerðin um bygningar fólkakirkjunnar var neyvan komin í 2025, um felagið ikki strongdi á.

Í heyst vóru umboð fyri fólkakirkjuna í Cardiff í Wales í sambandi við, at fólkakirkjan í Føroyum gjørdist limur í felagsskapinum Porvoo,  - eitt samstarv millum 16 anglikanskar og lutherskar kirkjur serliga í Norðurevropa. Kirkjurnar virða hvør aðra sum sannar kirkjur. Vit kunnu fara til altars hvør hjá øðrum, og prestarnir í Porvoo felagsskapinum kunnu gera tænastu hvør hjá øðrum.

Tøkniliga er fólkakirkjan eisini í menning. Vit eru virkin á heimasíðu og sosialum miðlapallum, og  tykisferðir – at vit kunnu vitja inni í einari føroyskari kirkju á netinum – eru væl dámdar.
Í skjótt tvey ár hevur tað verið møguligt at kjatta við ein prest. Hesin møguleikin staðfestir veruleikan, at fólkakirkjan ynskir at vera fólkinum til hjálpar, tá ið skýming legst yvir sálina, og tað myrknar innan í okkum. Biskupur fegnast um hesi nýbrot innan fólkakirkjuna.

Kirkjuráðsvalið
Undirtøkan fyri kirkjuráðsvalinum 4. november var góð. Val var í 23 av teimum 61 kirkjusóknunum. Tað er harafturat gleðiligt, at flest øll av teimum smærru kirkjuliðinum hava valt og skipað sítt kirkjuráð.

Hugaligt var at hoyra, at væl av ungum fólkum vóru á vali á hesum sinni. Fólkakirkjan eigur sum Guðs og fólksins kirkja at fevna bæði yngri og eldri.

Í 8 kirkjusóknum vóru yvir 40% á vali.
Í 6 kirkjusóknum vóru yvir 30% á vali.
Í 6 kirkjusóknum vóru yvir 20% á vali.
Í 3 kirkjusóknum  vóru undir 20% á vali.

At fólk taka kirkjuráðsvalið í álvara og fara á val er eitt gott og várligt tekin. Tað vísir, at fólkaræðið í fólkakirkjuni virkar.

Broytingar í leiðsluni
Fyri tveimum árum síðani var tikið stig til at víðka um leiðsluna í fólkakirkjuni, tá Ovi Brim gjørdist próstur. Nú eru vit aftur stødd í einum umskifti, og fáa nýggjan dómpróst í februar.
Biskupur bjóðar Mariu Jørðdal Niclasen at vera vælkomna í leiðslu fólkakirkjunnar og vil samstundis takka Una Næs, fráfarandi dómprósti, fyri góða tænastu og góð avrik farnu árini.
Tað er gleðiligt, at vit eiga dugnalig og evnarík fólk, ið kunnu føra fólkakirkjuna framá.
Um nøkur ár verður enn eitt nýtt andlit í leiðslu kirkjunnar.

Gott nýggjár í Jesu navni
Biskupur ynskir øllum kirkjunnar fólki, føroyingum burturi og heima og teimum av øðrum uppruna, ið eru í Føroyum, eitt gott og av Harranum signað nýggjár.

Blíðar kvøður 
Jógvan Fríðriksson