Skriva út

G! Kirkjan er opin

14.07.2023 Tíðindi

Vit eru á G! og gleða okkum at bjóða tær á festival og inn í G!kirkjuna, sum er opin hvørt kvøld á festivalinum frá 18:00-00:00. Prestar eru at heita á at skonkja tær ein kaffimunn, leggja oyra til tað, tú hevur uppá hjarta og annars tosa um Gud, tónleik, lívið, ella okkurt heilt annað.

Leygarmorgun kl. 11:00 er árliga festivalgudstænastan í Fjósinum! Anne Mette Greve Klemensen prædikar, Josh Cana spælir keyboard og kórið Silvitni framførir. Gudstænastan verður teknmálstulkað og send í útvarpinum sunnumorgunin!

Vit gleða okkum at síggja teg!