Skriva út

Fyrsta barnabíblia frá Forlagnum Vøkstur, Mín stóra søgubíblia

04.12.2025 Tíðindi
Stóra Søgubíblia

Forlagið Vøkstur, sum Fólkakirkjan eigur, hevur givið út sína fyrstu barnarbíbliu.

Talan er um eina stóra, spennandi og serliga barnabíbliu. 

Mín stóra søgubíblia er skipað soleiðis, at ein frísk og føgur heilsíðumynd er til hvørja søgu. 

Víst verður til, hvar í Bíbliuni søgan finst, og tíðum verður víst til annað tilsvarandi tilfar í somu bók. Evnisyvirlit er aftast í bókini og eisini áhugaverd bíbliukort.

Bókin er egnað til øll. Foreldur kunnu fortelja smærri børnum bíbiusøgurnar, tí teksturin er greiður, og myndirnar talandi. Størri børn kunnu sjálvi lesa. Og so er bókin góð hjá vaksnum eisini.

Mín stóra søgubíblia er 290 síður.

Prísurin er kr. 275, og fæst bókin í bókabúðunum um landið.