Skriva út
Fyrsta barnabíblia frá Forlagnum Vøkstur
04.12.2025 Tíðindi

Forlagið Vøkstur, sum Fólkakirkjan eigur, hevur givið út sína fyrstu barnarbíbliu.
Talan er eina stóra, spennandi og serliga barnabíbliu.
Mín Stóra søgubíblia er skipað soleiðis, at ein frísk og føgur heilsíðu-mynd er til hvørja søgu.
Víst verður til, hvat í Bíbliuni søgan finst, og tíðum verður víst til annað tilsvarandi tilfar í somu bók. Evnis-yvirlit er aftast í bókini og eisini áhugaverd bíbliukort.
Bókin er egnað til øll. Foreldur kunnu fortelja smærri børnum bíbiusøgurnar, tí teksturin er greiður, og myndirnar talandi. Størri børn kunnu sjálvi lesa. Og so er bókin góð hjá vaksnum eisini.
Mín stóra søgubíblia er 290 síður.
Prísurin er kr. 275, og fæst bókin í bókabúðunum um landið.
Onnur tíðindi