Skriva út
Fyrilestur við heitinum “Strongd, ein avbjóðing í parlagnum”.
19.03.2012 Tíðindi

Leygarkvøldið, hin 24 mars kl.19.30, verður ein fyrilestur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni við heitinum “Strongd, ein avbjóðing í parlagnum”.
Tað er Ole Rabjerg, ið er sálarfrøðingur, sum fer at hava fyrilesturin. Ole lýsir fyrilesturin á henda hátt: Tann dagliga føðin var fyri mongum árum síðan tað avgerandi fyri at tryggja trivnað og livilig kor. Í dag er handfaringin av strongd ein av teimum størstu avbjóðingum fyri at tryggja trivnað, so at hjúnabandið/parlagið fær lív lagað. Vit liva í einum heimi við nógvum góðum møguleikum, tá ið tað ræður um arbeiði, frítíðarvirksemi og familjulívi. Avbjóðingarnir eru sera stórar í dagsins samfelagi, og brádliga kunnu vit steðga á og síggja, at endarnir røkka ikki til, og fylgjurnar eru, at vit gerast ørkymlað. Menn og kvinnir hava ymiskar framferðarhættir, hvussu vit handfara strongdina, og av hesum kann tað koma stríðsmál partanna millum, og tí økist trýstið í familjuni. Fyrilesturin varpar ljós á strongd og, hvussu vit kunnu leggja hana til merkis.
Fyrilestrarhaldarin fer við einfaldum dømum at vísa, hvussu vit kunnu handfara strongdina jaliga. Tað verður fyrilestur, og eitt filmsbrot verður eisini víst.
Øll eru vælkomin!
Onnur tíðindi