Skriva út

Fyrilestur í Gøtu kirkju: Ber til at gleða seg til dómadag?

28.10.2022 Tíðindi

Mikudagin 2. november kl. 19.00 verður ein áhugaverdur fyrilestur í Gøtu kirkju.

Tað er fráfarni danski biskupurin Steen Skovsgaard, ið heldur fyrilesturin. Lýsingin av fyrilestrinum og manninum er henda:

Ber til at gleða seg til dómadag?  
Dómadagur er ofta knýttur at ræðslu. Hugsað verður ikki einans um heimsins enda; dómadagur ber eisini í sær, at allar gerðir okkara skulu dømast. Hvussu kann dómurin tá vera ein gleðidagur?

Biskupur emer. og Phd Steen Skovsgaard hevur í fleiri enn 4 ár granska dómadag í islam og kristindómi, og í mars 2022 vardi hann sína phd. ritgerð. ”Mellem frygt og glæde -dommedag í islam og kristendom”.

Her hevur Steen Skovsgaard samanborið islamskar og kristnar dómadags hugmyndir og ummælir fleiri av teimum mest týðandi hugtøkunum, sum knýta seg til dómadag í hesum báðum átrúnaðum.

Við grundarlagi í hesum, kemur hann til nýggjar og áhugaverdar tulkingar, og ikki minst eini avgerandi teologiskari grundgeving fyri at kristin kunnu síggja fram til dómadag uttan ræðslu – men við treysti, vón og gleði.