Skriva út

Fyrilestrar og kjak: Trúgv í tí almenna rúminum

18.10.2022 Tíðindi
Í Løkshøll mikukvøldið 19. oktober kl. 19.00

Almenna rúmið eiga vit øll. Politikkin somuleiðis. Føroyar eru eitt kristið land, verður tíðum ført fram, samstundis sum vit tosa um trúar-, framsøgu- og savningarfrælsi føroyinga.

Háskúlin í Nesvík spyr tí: Hvønn leiklut hevur átrúnaðurin í tí almenna rúminum? Og hvønn leiklut eigur ella kann átrúnaðurin hava í tí politiska?

Jógvan Fríðriksson, Heini í Skorini, Sjúrður Skaale, Jaspur Langgaard og Ruth Vang luttaka. Ovi Brim leiðir løtuna.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst. Tilmelding fer fram her.

Vælkomin øll!