Skriva út

Fyribils er farin tíð.

15.12.2009 Tíðindi
Fyribils er farin tíð.

Síðani umsitingin av fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2007, er eingin sóknarprestur settur í fast starv. Størvini hava verið mannað fyribils, og starvstíðin hjá teim fyribils settu prestunum er longd fleiri ferðir.
Avtalan, ið Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið gjørdu á sumri 2009, ber í sær, at sáttmála viðurskifti prestanna komu upp á pláss. Rættindi prestanna og arbeiðsumstøður teirra eru eisini komin í rættlag. So nú er tíðin búgvin, at seta prestar í starv sum tænastumenn.
Kirkjuráðsval var í november, og umsitingin metti, at tað var skilagott, at tey, ið kallaðu prest í starv, tóku ímóti presti. Rættiliga stór útskifting fór fram í kirkjuráðunum, sjálvt um einans beinleiðis val var á fimm støðum.
Hósdagin 10. desember var umsóknarfreistin úti til tey seks størvini, ið lýst vóru leys at søkja. Prestagjøldini eru : Norðoya vestara, Sjóvar, Norðstreymoyar, Suðurstreymoyar eystara og Suðurstreymoyar vestara. Ímillum størvini var kallið sum Dómpróstur Føroya.
Til prestastørvini komu inn 4 – 6 umsóknir. Ímillum teirra, ið søkja starv, er ein dani. Onkur umsøkjari gongur aftur og hevur søkt fleiri størv.
Tríggir prestar hava søkt kallið sum dómpróstur.
Um ársskiftið fer biskupur at tosa við kirkjuráðini. Innstillað verður til størvini fyrst í komandi ári. Øll størvini verða sett 1. februar 2010.
JF