Skriva út
Fundur um navnalógina
15.06.2012 Tíðindi

Hósdagin 14. juni var fundur á Hotel Hafnia. Evnið var løgtings lóg nr. 41 frá 26. mars um fólkanøvn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 30. apríl 2007.
Luttakarar vóru Mentamálaráðið,Innlendismálaráðið, Útlendingastovan, Navnanevndin, Landsfólkayvirlitið og Fólkakirkjan.
Hesir myndugleikar hava allir sín leiklut í umsitingini av navnalógini. Myndugleikar, ið hava tørv á felagsfatan og góðum samstarvi, at finna loysnir á spurningum, har ivamál taka seg upp.
Gudrun Mortansdóttir Nolsøe frá IMR hevði framløgu um viðkomandi ásetingar í lógini.
Gurið Joensen greiddi frá teim heimildum, IMR hevði latið útlendingastovuni at umsita.
Anfinnur Johansen lýsti arbeiðið hjá navnanevndini.
Ivan Klein Olsen frá LFY sýndi, hvussu skrásetingin fer fram í nýggju skipanini.
Heri Joensen endaði framløgurnar við at greiða frá skráseting í fólkakirkjuni.
Dagurin endaði við viðgerð og eftirmeting. 16 fólk tóku lut í hesum væleydnaða tiltaki.
Orð: AZ
Myndir: ANH
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi