Skriva út

Fuglafjørður: Andaligur lesnaður frá 1500-talinum

04.09.2012 Tíðindi
Fuglafjørður: Andaligur lesnaður frá 1500-talinum

Tað er ikki á hvørjum degi, at tú hevur møguleika at síggja eitt sera spennandi savn av gomlum og nýggjum Bíblium, lestrarbókum og sálmabókum heilt afturi frá 1500-talinum á einum og sama staði á føroyskari jørð.

Júst hetta verður høvið til í Fuglafirði seinni í mánaðinum, tá Fuglafjarðar Kommuna skipar fyri stórum og víttfevndum mentanartiltaki í viku 38, sum er frá 17. til 23. september.

Á skránni hesar dagarnar er ein hópur av framsýningum, konsertum, mentanartiltøkum, marknaði og øðrum tiltøkum ið hoyra við til eina slíka stevnu.

Millum tey mongu tiltøkini á skránni – og sum uttan iva hevur stóran áhuga millum lesararnar av www.folkakirkjan.fo – er tann framsýningin, sum verður í Fuglafjarðar kirkju.

Framsýningin letur upp týsdagin 18. september klokkan 17:30 í konfirmantastovuni, har hetta spennandi savnið, sum er ogn hjá fuglfirðinginum Peturi Martin Petersen (myndin), verður víst fram fyri almenninginum.

Tað serstaka við hesi framsýningini er, at her verða vístar fram Bíbliur, lestrarbøkur og sálmabøkur sum hava verið nýttar í eitt tíðarskeið, ið fevnir yvir seks øldir.

Sambært kunningini, sum Fuglafjarðar kommuna hevur sent út í samband við tiltakið, stendur, at hesar bøkur fevna yvir eitt tíðarskeið heilt afturi frá 1500-talinum og fram til okkara tíð, - í hesum føri til eftir 2000.

Mong munnu helst við spenningi síggja fram til hesa framsýningina, sum – kann ein siga – er enn eitt stig á leiðini at vísa á ríka mentanararvin í kirkju okkara. Eitt annað stig í hesum sambandi var framsýningin við altarklæðum, sum var í Hoyvíkar kirkju í vár.

Henda fyrsta dagin á mentanarvikuni í Fuglafirði er framsýningin við áhugaverdu bókunum opin fram til klokkan 20. Annars sæst tann fullfíggjaða skráin fyri mentanarstevnuna á heimasíðuni hjá kommununi – www.fuglafjordur.fo.

Nevnast kann, at ein orgul- og trompetkonsert verður eisini í kirkjuni. Hetta verður mikudagin 19. september klokkan 19:30, tá Michael Bawtree og Johan Hentze fara at spæla við konsertina sum Konsertfelagið skipar fyri.

Orð og mynd: Snorri Brend