Skriva út

Fuglafjarðar kirkja 25. ár

29.05.2009 Tíðindi
Fuglafjarðar kirkja 25. ár

Hvítusunnudag 31. mai hevur Fuglafjarðar kirkja 25 ára hátíðardag. Kirkjan varð vígd hvítusunnudag 10. juni 1984. Hátíðargudstænasta verður hvítusunnudag kl.11.00, Jógvan Fríðriksson, biskupur og Uni Næs, sóknarprestur, prædika. Kórini Dacapo og Gospel Kids syngja.
2. hvítusunnudag verður kantata framførd í kirkjuni kl.16.00. Teksturin til kantatuna er úr Sálmi 84. John Høybye hevur skrivað tónleikin, og hann stjórnar eisini teimum trimum kórunum, sum fara at syngja: Fuglafjarðar sangkóri, Kamarkórinum og einum donskum kóri, DaCapo, úr Køge, sum vitjar um hvítsunnuna.
Øll eru vælkomin
Fuglafjarðar kirkja