Skriva út

Fridrikka: - Eg skifti ímillum tær ymisku lestrarbøkurnar

08.11.2022 Tíðindi
Fridrikka Jensen, sum her stendur við lesipultin í Sands kirkju, hevur verið deknur í eini 20 ár

- Eg man helst vera biðin til dekn, tí at eg gekk regluliga í kirkju her, sigur Fridrikka Jensen, sum hevur drúgvar royndir sum deknur við Sands kirkju.

Orð/mynd: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

Sands kirkja – grein 4: - Eg byrjaði sum avloysari. Men nú havi eg altso staðið í hesi tænastuni í eini 20 ár, sigur 65 ára gamla Fridrikka Jensen á Sandi.
Fridrikka er ein av trúføstu kirkjutænarunum við Sands kirkju, og trívist væl sum deknur í hesi søguligu kirkjuni, sum var vígd fyri 183 árum síðani.

Kirkjan er hugnalig og heimlig, og hoyrir uppi bólkin við teim 10 trækirkjunum, sum vóru bygdar kring oyggjarnar í árunum 1829-1847, og sum enn standa uppi.
Hesar kirkjurnar eru tær í Hvalvík, Norðragøtu, við Sjógv, Kaldbak, Kollafirði, Oyndarfirði, Funningi, Nes, Porkeri og so henda á Sandi, sum var vígd í 1839.

Eitt sum sermerkir hesa kirkjuna er, at har er ein serligur og leysur lesipultur har frammi á kórsgáttini, og sum deknurin kann brúka, tá hann skal lesa lestur.
Fridrikka var ikki fremmand fyri kirkjuni, tá hon var spurd um deknatænastuna. Hon var von at ganga í kirkju her, eisini á ungum árum, tá tað kanska var tungt at vakna ein sunnumorgun og fara í Harrans hús.

- Jú, mær dámdi væl at ganga í kirkju, og tað geri eg enn. Tað er altíð gott at sita í kirkjuni og hoyra Orðið, slær hon fast.

Føli meg væl her
Tá vit hava hitt teir ymisku kirkjutænararnar kring landið á máli, hava vit altíð sett teimum sama spurning: Hvussu ber tað til, at tú vart spurdur um at vera deknur, klokkari ella urguleikari í staðbundnu kirkjuni?

Nú, vit eru heima á Sandi ein sunnudag fyrst í oktober mánaði, verður hesin sami spurningurin eisini settur Fridrikku, sum longu hevur drúgva royndir sum deknur her.

- Eg man helst vera biðin til dekn, tí at eg gekk regluliga í kirkju her, greiðir hon frá. - Her havi eg í roynd og veru altíð følt meg væl.

Tað var í roynd og veru ein ”starvsfelagi” hennara í kirkjuni, deknurin Carl Johan Petersen, sum spurdi seg fyri hjá henni.

Umframt at vera deknur í kirkjuni, var Carl Johan eisini handilsmaður í ”Eldhús” á Sandi. Og tann eina dagin komu tey í prát, tá Fridrikka var farin til handils.
- Hann spurdi, um eg var áhugað í at gerast deknur, og eg játtaði beinanvegin, greiðir Fridrikka frá.

Soleiðis bar tað til, at hon tann eina dagin stóð á fyrsta sinni á kórsgáttini og las, - eitt sindur nervøs, sum vera man, men hon hevur í øllum førum hildið á í hesi tænastuni tey seinastu 20 árini.

Góð skipan
Tá Fridrikka byrjaði at lesa vóru einans tveir fastir deknar, har áðurnevndi Carl Johan var annar teirra.

Men hesir báðir deknarnir mettu tó, at tað mundi vera gott at hava ein - ella eina – aftrat, og sum kundi loysa teir av við millumbilum, ella tá tað barst báðum frá.

Nú hevur Fridrikka roynt at vera deknur nógvar ferðir, og er í dag so heppin, at tað í løtuni eru tríggir aðrir deknar knýttir at Sands kirkju.

- Vit hava skipað okkum soleiðis, at vit hava tænastu tveir sunnudagar á rað. Síðani tekur tann næsti við, greiðir hon frá.

- Eg haldi sjálv, at henda skipanin riggar avbera væl.

Henda sunnudagin, ið umboð fyri heimasíðuna hjá fólkakirkjuni vitjaði á Sandi, var seinni dagur hennara. Nú fær hon so frí frá tænastuni í nakrar vikur, til hon aftur eigur tørn.

Góður lestur
Tað er sjálvandi altíð ójavnt hvørjar lestrarbøkur, ið ein deknur dámar at velja sínar lestrar úr.

Nógvar bøkur við góðum lestrum eru at velja millum, bæði upprunaliga føroyskar og onkur týdd eisini. Í so máta standa deknarnir ikki hjálparleysir, tá teir skulu fyrireika seg til deknagudstænastuna.

- Nei, eg havi ikki nakran fasta lestrarbók sum eg brúki. Eg royni heldur at skifta ímillum tær ymisku bøkurnar. Soleiðis dámar mær tað best, sigur Fridrikka.

Undan eini deknagudstænastu lesur hon sjálvandi dagsins tekst ígjøgnum, og hyggur síðani í tær ymisku lestrarbøkurnar fyri at velja tann lesturin, sum hon heldur hóskar seg best til dagin, og sum sigur henni mest.

- Tað hevur sjálvandi eisini sítt at siga, at lesturin er góður at lesa, slær hon fast.

- - - -

Hetta er fjórða og seinasta greinin um kirkjuna og kirkjulívið á Sandi. 
Fyrsta greinin ”Ein av konfirmantunum hevði stórt skegg” kann lesast við at trýsta her.

Onnur greinin: ”Sunnudag má eg bara í kirkju” kann lesast við at trýsta her. 

Triðja greinin: ”Sands kirkja hevur fylt nógv í mínum lívi” kann lesast við at trýsta her.