Skriva út

Framsýning og fyrilestur í Hoyvíkar kirkju

24.04.2012 Tíðindi
Framsýning og fyrilestur í Hoyvíkar kirkju

Í døgunum frá 26. til 29. apríl hevur Paulina M. K. Eliasen framsýning og fyrilestur í Hoyvíkar kirkju.

Evnið er Kirkjuklæði í Føroyum.

Skráin fyri dagarnar er hendan:

Hósdagin 26. apríl Kl. 17.00 setur Jógvan Fríðriksson, biskupur framsýningina, síðani verður møguleiki hjá vitjandi at hyggja eftir ymsu lutunum í kirkjukjallaranum. Latið verður aftur kl 21.00

Fríggjadagin 27. apríl verður opið frá kl 13.00 til 18.00 í kirkjukjallaranum.

Leygardagin 28. apríl er framsýningin opin frá kl 10.00 til 12.00, tá steðgur verður.

Byrjað verður aftur kl 14.00 í kirkjuni, har Kingo kórið syngur. Síðani heldur Paulina Eliasen fyrilestur um Kirkjuklæði í Føroyum. Paulina fer at greiða frá arbeiði sínum seinastu 30 árini.

Biskupur og 4 prestar fara at vísa fram biskupskápu og messuaklar.

Framsýningin í kjallaranum heldur fram, møguleiki verður at síggja kvinnur sita og seyma og greiða frá ymsum seymihættum.

Sunnudagin 29. apríl verður opið frá 14.00 til 18.00

Allar dagarnar verður ein kaffimunnur at fáa!


Stuðlað hesum tiltaki hava: Hoyvíkar kirkja, Felagið fyri kirkjuráðslimir, Føroya stiftsstjórn og Tórshavnar kvøld og ungdómsskúli