Skriva út

Frá Lucasi Debes til Tummas Lykke Kannuberg

17.08.2026 Tíðindi
2
1 / 18 myndir

Sunnudagin var hátíðardámur í Hvalvík, tá ið Tummas Lykke Kannuberg varð skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann tekur við eftir Jákup Erlingsson Petersen, sum verður innsettur sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi komandi sunnudag.

Fullsetta trækirkjan frá 1829 var frálíki karmurin um løtuna. Katrina Svartá var deknur, Sámal Matras Kristiansen var urguleikari og Sigvald Zachariassen klokkari. Til høvið hevði urguleikarin skrivað preludiumið: Parafrasa yvir ‘Í Sundalagnum ein sólskinsdag’.

Hvalvíkar kirkja er hin elsta av teimum sokallaðu gomlu trækirkjunum í Frøoyum, bygdar um sama mundið. Serligt við Hvalvíkar kirkju er, at prædikustólurin er frá 1609 – úr kirkjuni, sum stóð úti á Reyni í Tórshavn. Á hesum prædikastóli hava navnframir sum Lucas Debes og Kristian Osvald Viderø áður staðið. Lucas Debes var prestur í Suðurstreymi seinnapartin av 17. øld, meðan Viderø var kallskappelánur við sæti í Hvalvík árini 1947-1952. Frá og við sunnudegnum er prædikustólurin vorðin ábyrgd hjá Tummasi Lykke Kannuberg.

At tveir fyrrverandi prestar í Hvalvík luttóku á degnum, undirstrikaði somu sannroynd, at vit byggja kirkju saman við teimum sum undan fóru.

Ovi Brim próstur, skipaði Tummas í embæti. Talan kann lesast her.

Aftaná gudstænastuna varð kirkjufólkið boðið til døgurða og samkomu í Missiónshúsinum í Hvalvík.

 

Myndir: Jens Jákup Hansen