Skriva út

Føstutala

13.03.2022 Tíðindi

Hetta stykki í pínslusøguni úr evangeliinum eftir Markus, snýr seg um spottan.

"Og tey, ið gingu framvið, spottaðu [Jesus], og tey ristu við høvdinum og søgdu: «Tví vorði tær! Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum! Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!» Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu: «Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga! Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!”

Vit eiga at steðga happing, er ofta at hoyra um í miðlunum. Eina mest happing av børnum í skúlaflokkum, sum happarin velir sær at niðurgera við nývandi orðum og látri. Men eisini millum vaksnu kenna vit til happing á arbeiðsplássum, umborð á skipum og aðrastaðni. Happing er ikki nakað nýtt, hon hevur altíð verið. Happing er ein støða, har eitt barn ella ein starvsfelagi aftur og aftur, og yvir stytri og longri tíð er úti fyri ótolandi, niðurgerandi og særandi viðferð av einum ella fleiri menniskjum, soleiðis at hesin persónurin kennir, at tað er trupult at verja seg fyri særandi látri, meðan viðkomandi verður eyðmýktur framman fyri øðrum. Tað kunnu t.d. vera orð um veikleikar, hvussu ein er øðrvísi enn onnur, hvussu ein er ílatin ella viðmerkingar um, hvussu ein sær út og tílíkt.

Vit, sum hava verið sjómenn vita eisini um onkan av manningini, ið valdi sær ein at happa, ein, sum møguliga var eitt lítið sindur øðrvísi enn hinir. Hann fekk so aðrar við sær. Her var ikki talan um vanligt skemt, sum ofta er umborð á skipi, men um ætlaða forfylging av einum skipsfelaga. Tann, ið var happaður dugdi oftast ikki at verja seg ella at svara aftur, tí lá væl fyri at halda fram við at happa hann.

Jesus veit betri enn nakað, hvat tað var at vera happaður og spottaður. Hann leið há og spott sum nakar. Niðurgeringin av honum var meira ógrundað enn hjá nøkrum øðrum. Hann, sum ikki kendi til synd og í hvørs munni ikki fanst svik.

Jesus leið mikla spottan í jarðarlívið sínum. Flent var at honum, gjøldur var gjørt burtur úr honum við háandi viðmerkingar. Teir jødisku prestarnir og leiðarnir vóru serliga hatisfullir, meðan teir spottaðu, og tá ið teir rómversku hermennirnir fingu hann í sítt vald, spottaðu teir hann almikið, og spýtt var á hann. Og meðan hann hekk á krossinum, var hann spottaður av teimum, ið gingu framvið. Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum, stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!

Í føstusálminum: Jesus lív mítt lívga hevur, syngur G. Bruun:

Narraskrýddur, tornakrýndur,
vansjón fyri fólk at sjá,
fyri spott tú fram var sýndur.

Og kortini kenna vit orðini í svárastu stund frelsarans á Golgata. Meðan harðast leikar á undir krossinum við háð og spott, biðjur hann: Faðir, fyrigev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera. Tann bønin kann bara koma frá einum hjarta, sum flýtir yvir av miskunn.

Høvundin av brævinum til hebreara skrivar, at Jesus bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs.

Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.

Líkasum Jesus toldi spott og háð, skulu kristin menniskju eisini gera tað. Hóast guðsspottan kann kennast særandi, eiga vit at tola tað. Kristus tolir spott, tað tolir Muhammed ikki. Tey kristnu skulu tola spott, tað tola muhammedanarar ikki.

Men Jesus spottaði ongan. Spottan kann tí bara væntast av teimum, ið fremja illgerðir, og sum ikki virða Guð. Men Jesus framdi onga illgerð alt lív sítt á foldum. Kortini var hann alt lívið greiðir yvir, at hann fór at verða spottaður og dripin. Eingin av okkum kennir sín deyðsdag, men Jesus kendi sína lagnu og dagin, hann skuldi doyggja, tí var tað enn svárari fyri hann. Men hann var faðir sínum líðin, og framdi eisini hetta lýdni til lýtar. Ikki deildi hann aftur, tá ið hann varð deildur. Tá ið hann leið hótti hann ikki, men gav seg yvir til hansara, ið dømir rættvíst. Paulus áminnir tí brøður sínar ikki at løna aftur, tá ið teir eru fyri órætti, men at Jesus lat eftir seg eina fyrimynd, at teir skuldu ganga í hansara fótasporum.

Vit lesa um menniskju sum spotta Guð, Spottarar finnast gjøgnum alla Halgubók heilt frá fyrstan tíð, og teir verða verandi til evsta dag, fólk sum flenna eins og á døgum Nóa, og sum liva og láta sum teimum listir.

Hetta pettið í pínslusøguni snýr seg um spottan av ósekum. Bara tey, sum eru happað og spottað vita eitt lítið sindur um, hvussu svárt tað hevur kenst Jesusi.

Norðurnorski biskuppurin Monrad Norderval sendi einaferð út eitt hirðabræv. Í brævinum nevnir hann m.a. dreingin Anders, Anders við teimum pinnaklønu ørmunum og beinunum, dreingin, sum eingin nevndi Anders, men sum øll kallaðu Lorta-Anders, tí tað gekk ein ringur luktur frá honum, av tí at drongur var sjúkur og deyðamerktur. Biskuppurin sigur frá, hvussu tey í fríkorterinum í skúlanum slóu ring um Anders, dansaðu rundan um hann, meðan tey við háandi, nívandi orðum spottaðu hann. Tá ið tey einaferð ikki tímdu meira og runnu aðrastaðni at spæla, stóð Anders eftir sum eitt djór, ið er skotið og er sært til deyða. Norderval sigur víðari frá degnum, tá ið Anders ikki longur kom í skúla. Hann sigur frá jarðarferðini, og so leggur hann til endans afturat: Anders, fyrigev! fyrigev! Í dag liggja eldri menn á náttartíð og gníggja hendur sínar í pínu og fáa ikki blund í eyguni.

Eingin møguleiki er at biðja Anders um fyrigeving, tí hann er ikki longur. Men tað er ein annar, sum vit altíð kunnu venda okkum til við bøn um fyrigeva, hann, sum fyrigevur ríkliga og hevur sagt: Um vit játta syndum okkara, er hann trúfastur og rættvísir so at hann fyrigevur okkum syndir okkara og reinsar okkum frá allari órættvísi.

Føstan hevur ein dapran dám yvir sær. Men í henni liggur eisini evangeliið. Í hesum annars so tunga og dapra teksti er gleðiboðskapurin til okkara tann, at Jesus fyrigevur øllum, ið venda sær til hansara í iðran og bøn við tøkk.

Gudmund Bruun endar áður umtalaða sálm við orðunum:

Spott og spæ, í tolni borin,
eru mær til æru vorðin.
Alla mína skuld tú galt,
tøkk tær veri túsundfalt.

Amen!

John S. Myllhamar