Skriva út
Forlagið Vøkstur hevur givið út sína fyrstu jólabók, Fyrstu jólini
04.12.2025 Tíðindi

Talan er um eina fitta fangandi og vakurt myndprýdda barnabók.
"Eg beri tykkum góð tíðindi!" segði eingilin. "Guds sanni kongur er føddur í Betlehem!"
Kom og undrast saman við hirðunum úti í haganum. Ver við í ævintýrinum saman við vísmonnunum, meðan teir fylgja stjørnuni til Betlehems. Fá eisini lut í gleðini hjá Mariu og Jósefi um undurfullu føðingina hjá barninum Jesusi.
Fyrstu jólini er 28 síður.
Prísurin er kr. 125, og fæst bókin í bókabúðunum um landið.
Onnur tíðindi