Skriva út

Forkunnug ókeypis konsert í Fríðrikskirkjuni

20.08.2025 Tíðindi
Aalborg Gospel Choir

Leygarkvøldið 23. august kl. 22:00

Fríðrikskirkjan bjóðar til eina heilt serliga konsert, tá ið Aalborg Gospel Choir – størsta gospelkórið í Norðurjútlandi – vitjar við heili 130 sangarum. Kórið verður stjórnað av kórleiðaranum Henrik Daniel Christoffersen, og kvøldið verður merkt av lívligum gospeltónleiki.

Orðið gospel merkir gleðiboð. Í gospeltónleiki verður tí sungið um, hvussu sorg kann vendast til gleði. Hetta er ein jaligur og lívgandi boðskapur til okkara tíð um gleði, vón og frið í Jesu navni.

Øll eru hjartaliga vælkomin
Konsertin er ókeypis, og øll eru boðin at koma at uppliva eina góða og hjartanemandi løtu. Høvið verður eisini at syngja saman. Tummas Lykke Kannuberg, prestur, hevur eina andakt.