Skriva út

Foreinkla dópsmálið

16.02.2011 Tíðindi
Foreinkla dópsmálið


ENGLAND Statskirkjan í Onglandi ynskir at fáa fleiri fram til doypifuntin. Hetta vóna tey fer at henda, nú málið í sambandi við dópshandlingina verður broytt.

Tekstur: Snorri Brend

Kirkjufundurin í Onglandi hevur greitt givið tilsøgn um, at arbeiðið við at gera eitt alternativ til dagsins dópsliturgi, kann halda fram.

Á fundinum kom fram, at umboðini úr býnum Liverpool søgdu seg hava mist takið á teimum kirkjufremmandu á einum avgerandi punkti í dópshandlingini:

Teir søgdu bart út, at trupulleikin var ikki tann, at ov lítið varð sagt í sambandi við dópin. Trupulleikin var heldur tann, at rættiliga fá fólk skiltu tað sum presturin segði.

Ein slíkur setningur var hesin: “Gjøgnum vatn førdi tú børn Ísraels frá trælahaldi í Egyptalandi til frælsi í Lyftislandinum”.

Eitt av umboðunum úr Liverpool, Tim Stratford greiddi frá trupulleikanum, og kom samstundis við einum ynski um, at kirkjan fekk eitt mál sum familja og vinir hjá dópsbarninum skilja.

- Tað snýr seg ikki um at hava dóp uttan kristindóm. Tað snýr seg um at gera okkara aftursvar til trúnna greitt, segði hann, sambært heimasíðuni christiantoday.com.