Skriva út

Fólkakirkjan – vaktarskipan í viku 17/2026

13.04.2026 Tíðindi
Bíblia

20.-23. apríl eru prestar á skeið í Løgumkloster í Danmark. Frá mánadegnum 20. apríl til fríggjadagin 24. apríl verður tænastan í kirkjuni tí skerd munandi.

Ein vaktarskipan er gjørd, so øll økini í landinum hava prest at venda sær til, um lívið fær avbjóðingar.

  • Suðuroyggin: Jónsvein Bech, telefon 26 78 90.
  • Sandoyar prestagjald: Jákup Reinert Hansen, telefon 29 25 88.
  • Vága Prestagjald: Marjun í Kálvalíð, telefon 23 73 35.
  • Suðurstreymoy: Heri Joensen, telefon 23 73 30, Bergur D. Joensen, telefon 23 73 31, Bergtórur H. Bjarkhamar, telefon 23 73 38 og Borgný B. Hansen, telefon +45 51 35 50 90.
  • Norðstreymoy: Emil Olsen, telefon 23 73 10.
  • Eysturoyggin: Jonhard Jógvansson, telefon 23 73 39.
  • Norðoyggjar: Uni Næs, telefon 23 73 25
  • Samskipari: Ovi Brim, telefon 23 73 43

Blíðar kvøður við bøn um Guðs signing.

Ovi Brim, próstur