Skriva út
Fólkakirkjan sett grøna nevnd
18.05.2011 Tíðindi

Trinitatis sunnudag í 2008 høvdu vit á fyrsta sinni í føroysku fólkakirkjuni ein grønan sunnudag. Dentur varð lagdur á at síggja skapanarverkið sum Guðs góða verk, lív og vøkstur.
Eisini í aðrar mátar vinnur grøna hugsanin alsamt fram, og virkir og stovnar leggja áherðslu á, at umhvørvið hevur tað gott.
Eitt gott og reint umhvørvi hevur gagnligt árin á alt virksemi, ikki minst starvsfólk og viðskiftafólk. Eitt rúm, ið líkur settu mál fyri dygd og góðsku økir um trivnaðin. Í eini kirkju eiga vit at trívast, og málið er, at kirkjuliðið og øll vitjandi kenna seg væl í kirkjuni.
Síðani áður nevnda trinitatis sunnudag hava vit umrøtt ta grønu hugsjónina. Fólkakirkjan hevur 60 kirkjur og 19 prestagarðar, so skilagott er at umrøða spurningin við atliti at umhvørvi og orku.
Vit ætla at orða ein orkupolitikk, so vit sýna tilvitaðan hugburð mótvegis umhvørvinum, bygningunum og tí fíggjarliga.
Gott, um vit kundu økt okkara tilvitan um skapanarverkið, at fara væl um og geva gætur, tað burðardygga og ábyrgdin av lívinum á jørðini og í havinum.
Til tess at fara fakliga til verka, hava vit sett eina grøna nevnd, ið kemur at greina støðuna á hesum øki og vera ráðgevandi hjá kirkjunnar leiðslu. Í nevndini sita :
Helga Foldbo, Norðskáli
Finnbogi Joensen, Vestmanna
Fríðfinnur Johnsson, Leirvík
Lis Mortensen, Hoyvík
Sigrun Skálagarð, Klaksvík.
JF
Onnur tíðindi