Fólkakirkjan nýggja heimasíðu
Stiftsstjórnin hevur í eina tíð arbeitt við eini nýggjari heimasíðu.
Nýggja heimasíðan er gjørd í samstarvi við Sansir. Ætlanin við nýggju heimasíðuni er at gera tað lættari fyri brúkaran at finna upplýsingar um fólkakirkjuna.
Av upplýsingum kunnu nevnast kirkjur, kirkjuráð og prestar. Eisini hevur heimasíðan slóðir til Mentamálaráðið, kirkjulóggávuna og føroysku/donsku navnalóggávuna.
Ein serligur táttur á heimasíðuni er prædikan hendan mánaðan, sum ein av prestunum hevur skrivað. Høvið er hjá lesaranum at gera viðmerkingar og ella seta spurningar til viðkomandi prest um prædikuna.
Bíblian og sálmabókin eru eisini á heimasíðuni.
Búmerkið á heimasíðuni er snotuliga altartalvan í Vestmanna kirkju, sum Astrid Andreasen, listakvinna tilevnaði í 2005.