Skriva út

Fólkakirkjan – kirkjusóknin

19.06.2024 Tíðindi

Fólkakirkjan (fimti partur)

Sóknin greinar og avmarkar 
Til tess at skilja bygnaðin í fólkakirkjuni er neyðugt at fata hugtøkini sókn og kirkjusókn sum verðandi kirkjulig heiti. Skilja vit ikki hesi heitini, so fara vit skeiv av málinum, tá ið um fólkakirkjuna er at røða.

Áður varð talað um sóknarstýri, tá ið talan var um kommunal viðurskifti. Soleiðis er ikki longur. Í stóran mun verður einans orðið kommuna nýtt. Hóast kommunala fatanin er endurskoðað og dagførd, heldur kirkjuliga lóggávan fast við aldagamla heitið, kirkjusókn.

Ein kirkjusókn er eitt landafrøðiligt avmarkað øki, við einari kirkju. Ein kirkjusókn kann fevna fleiri bygdir. T.d. fevnir Glyvra kirkjusókn um bygdirnar Skipanes, Søldarfjørð, Lambareiði, Lamba, Glyvrar, Saltangará og Runavík.

Í einari kommunu kunnu vera fleiri kirkjusóknir. T.d. eru tvær kirkjusóknir – Selatraðar og Sjóvar kirkjusókn – í somu kommunalu eind.

Eisini eru føri, har ein kirkjusókn er í fleiri kommunum. Nes kirkjusókn fevnir t.d. bygdirnar Æðuvík, Nes, Toftir og Saltnes, og er tí bæði í Runavíkar og Nes kommunu.

Ein kirkjusókn fevnir øll menniskju í sóknini uttan mun til, um tey hava kristna trúgv, aðra trúgv ella tey taka frástøðu frá hugtakinum trúgv. 

Sóknarkirkjan er smalri enn sóknin
Kirkjusóknin fevnir øll tey, ið búgva á tí avmarkaða økinum, ið kirkjusóknin fevnir um. Í kirkjusóknini eru øll ein eind.

Kirkjusóknin er eitt andaliga neutralt landafrøðiligt øki, har menniskju hava rætt til frælsið á øllum økjum, svá tey sjálv ynskja og velja.

Harafturímóti er sóknarkirkjan – kirkjan á staðnum – eitt heilt annað hugtak og ein onnur stødd enn kirkjusóknin.

Sóknarkirkjan er andaliga heimið hjá einum parti av fólkinum í kirkjusóknini. Hon er andaliga heimið hjá teimum, ið eru limir í fólkakirkjuni.

Øll eru tó vælkomin á gátt í fólkakirkjuni bæði andaliga og menniskjansliga. Hóast fólkakirkjan er limakirkja, so er hon onkursvegna sum almenn ein fólksligur, mentanarligur og siðsøguligur depil. 

Fyri øll og tó!
Hóast sóknarkirkjan er breið og fyri øll, er hon samstundis avmarkandi við atliti at verki og tænastum. Somu tænastur verða ikki bodnar øllum í kirkjusóknini, tí í kirkjusóknini eru bæði limir og ikki limir í fólkakirkjuni. 

Fólkakirkjan er ikki alt og ei heldur hvat sum helst. Hon verður í lógarverkinum lýst og greinað út í æsir, t.d. á økjunum innan læru og nýtslu av bygninginum.

Fólkakirkjan hevur nøkur felags eyðkenni við aðrar kirkjur og samkomur. Hon hevur eisini sjónlig frábrigdi frá bæði andaligum og verðsligum felagsskapum.

Kirkjuráðsvalið er eitt rættiliga sjónligt og ítøkiligt tekin um avmarkingarnar, tí einans limir fólkakirkjunnar eru valbærir. Nøkur fólk hava møguleikan at velja, onnur ikki!

Verklig ivamál og tænastan
Nøkur fólk hava krav uppá tænastur frá fólkakirkjuni, hjá øðrum er møguleikin fyri tænastum ikki til staðar. Eittans dømi verður nevnt: Andlát og jarðarferð.

Við atliti at andláti og jarðarferð er limaskapur í fólkakirkjuni ein fortreyt fyri tænastuni. Fólkakirkjan veitir á hesum øki limum sínum forrættindi fram um tey, ið ikki eru limir.

Tíbetur sær fólkakirkjan tað einstaka menniskjað í tess støðu, og tey avvarðandi í teirra støðu. Tað er ein kristin dygd at síggja menniskju heldur enn kaldliga at vísa teimum frá sær.

Tó yvirskipað er spurningurin álvarsama viðkomandi út frá einum etiskum sjónarhorni. Hvat er rætt, og hvat er skeivt?

Eigur fólkakirkjan at jarða fólk, ið ikki eru limir í Fólkakirkjuni? Eigur fólkakirkjan at jarða tey, ið stutt undan deyðanum meldaðu seg út úr fólkakirkjuni?

Talan er mangan um eina torføra tvístøðu, ið fyri mær bæði talar fyri og ímóti.

Jú, tað er óivað rætt fyri tey avvarðandi, at vit jarða teirra deyðu og síggja burtur frá limaskapinum.

Men, er tað rætt mótvegis teimum deyðu, at vit sum almennur myndugleiki ikki virða teirra val og ynskir?

Eisini biskupur er sekur í hesi dupultu tvístøðu.

Sóknarkirkjan – andaligt heim
Dópurin er ein fortreyt fyri limaskapi í fólkakirkjuni. Tey, sum ikki eru doypt í fólkakirkjuni, kunnu lima seg inn í fólkakirkjuni við at venda sær til sóknarprestin og játta sína trúgv.

Øll tey, ið eru doypt við kristnum dópi og búgva í sóknini, eru partur av kirkjuliðinum, ið kemur saman um Guðs orð í sóknarkirkjuni. Tey doyptu teljast millum teirra, ið hava ábyrgd av og stjórna kirkjuni.

Ein sóknarkirkja er kirkjuliðið hjá sóknarbørnunum. Í sóknarkirkjuni ljóðar evangeliið um Jesus, og sóknarpresturin umsitur sakramentini. Kirkjan er sum gudshús halgidómurin hjá sóknarbørnunum í kirkjusóknini.  

Heitið fólkakirkjan
Hugtakið FÓLKAKIRKJAN er eitt felagsheiti fyri tær sjálvstøðugu staðbundnu fólkakirkjurnar í landinum.

Vit siga mangan, tá ið talan er um fólkakirkjuna, at vit hava 62 kirkjur í Føroyum. Vit kundu møguliga sagt, at vit hava 62 ymiskar fólkakirkjur í landinum. Tær staðbundnu kirkjurnar eru hvør í sínum lagi ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind, og hava ymsa siðvenju á mongum økjum.

Bindiliðið millum tær sjálvstøðugu staðbundnu kirkjurnar í øllum landinum er tann evangelisk lutherska trúarjáttanin.

Tann staðbundna sóknarkirkjan er tað livandi kirkjuliðið hjá lívsins Guði á júst hesum staði. 

Sóknarpresturin virkar í kirkjusóknini
Við tí omanfyri sagda í huga nærkast vit greiningini av orðinum sóknarprestur. Fyrra helvtin av orðinum sóknarprestur lýsir tað landafrøðiliga virkisøkið hjá prestinum.

Seinna helvtin av orðinum sóknarprestur hevur fremmandan málsligan uppruna og er í ætt við navnorðið hirði. Sóknarpresturin er hirði í kirkjusóknini.

Í vanligari talu nýta vit myndina av hirðanum, tá ið vit tosa um embætið hjá presti og prestsins uppgávur og tænastur. Sum ein hirði røktar sítt fylgi, á sama hátt eiga prestarnir at røkta sítt seyðafylgi, ið eru sóknarkirkjurnar í prestagjaldinum.

Sóknarpresturin er sostatt ein staðbundin hirði í einari ella fleiri kirkjusóknum. Prestur hevur ein ávísan og við navni nevndan haga at røkja.

Røktingarmenn tosa um seyðafylgini, at tey liggja á biti her og har. Vanliga hoyrist millum seyðamenn, at fylgið er hagfast. Fylgið liggur á biti og heldur seg har, tað eigur at liggja.

Ein sóknarprestur er kallaður at gera tænastu í einum øki, ið er neyvt ásett og greinað. Tað er í kirkjusóknini ella kirkjusóknum í prestagjaldinum, at prestur er kallaður at virka. Hetta er prestsins heilaga kall, og hetta er prestsins fremsta skyldubundna uppgáva. Hetta er tað, sum sóknarpresturin sum embætisfólk skal.

Eingin sóknarprestur hevur allar Føroyar sum virkisøki. Sóknarprestarnir skulu sum hirðar røkja sín haga og sínar hagapartar. Prestur skal fremst av øllum virka á einum  avmarkaðum øki, ið er prestagjaldið. 

Hagfastur sóknarprestur
Føroyska fólkakirkjan er býtt upp í 17 hagapartar, ið vit kalla prestagjøld. Kirkjuráðini, ið kalla prestin, vænta eyðvitað, at sóknarpresturin sum hirði er hagfastur og virkar á tí øki, ið prestur er kallaður at røkja.

Orðið sóknarprestur ásetur uppgávurnar hjá presti. Prestur skal vera hirði hjá fylginum, ið liggur á biti í og rundanum sóknarkirkjuna.

Prestur skal røkta og taka sær av fylginum. Prestur skal hava umsorgan fyri teimum, ið viltust av vegnum og misti málið úr eygsjón. Prestur skal leiða tann einstaka í fylginum aftur til tað góða lendið og vera hagfastur.

Sostatt er staðsetingin av sóknarprestinum í kirkjusóknini, sum altíð er eitt neyvt avmarkað øki. Tað er í nærumhvørvinum, at ein sóknarprestur skal virka.