Skriva út

Fólkakirkjan – eitt gott ár!

27.12.2010 Tíðindi
Fólkakirkjan – eitt gott ár!


Eitt hendingaríkt ár telur sínar seinastu dagar. Hugsa vit um samfelagið og fólkið sum heild, so mega vit ásanna, at árið í mangar mátar er tungt og svárt fyri mong. Arbeiðsloysi og vánalig fíggjarstøða merkir gerandisdagin hjá so mongum. Og svár er støða teirra, ið syrgja.

Hjá fólkakirkjuni er árið í mangar mátar gott. Ein hópur av virksemi og so alt tað vanliga, ið er hvønn halgi- og sunnudag.

Á ferð ymsastaðni í landinum havi eg lagt til merkis, at fleiri nýggj andlit eru millum teirra, ið gera tænastu í kirkjuni. Vit fegnast um, at eisini ung og yngri taka ábyrgd í fólkakirkjuni. Og so tey mongu, ið hava røkt tænastuna við trúfesti og nærlagni í mong ár.

Kirkjuráðini hava enn einaferð lagt rygg til eitt virki ár. So nógv av ymiskum er og hevur verið á skránni uttan fyri ta vanligu hámessuna. Vit kunnu t.d. nevna : aftankvirra, sangløtur og serligar gudstænastur ætlaðar ávísum málbólki. Eitt hav av tilboðum, ikki einans í adventini.

Kærleikin til kirkjuna og umsorganin fyri bygninginum eru eyðsýnd. Kirkjan er væl røkt, og nærløgd fólk fara um halgidómin. Tað er vakurt og boðar frá tign og sømd, at fólk hava virðing fyri kirkjuni.

Kirkjuráðini hava nógvar ætlanir um verkætlanir og frambrot. Hjá okkum í leiðsluni, Próstadømisráðnum og Føroya Stiftsstjórn , er tað tó minni hugaligt at halda aftur. Vit ynskja umstøðurnar øðrvísi, men týdningarmikið er tað, at vit ikki missa móti, sjálvt um vit í løtuni eru fíggjarliga avmarkað. Frá kirkjusøguni vita vit, at júst í torførum tíðum varð grundarlagið lagt til so mong gudshús, bæði kirkjur, missiónshús og salar.

Í kirkjuni mega vit hugsa nýtt og hugsa stórt, meðan vit bíða. Meðan vit bíða eftir betri tíðum, kunnu vit lívga gudstænastuna og nýta teir møguleikar, ið eru. Og mangt letur seg gera.

Sum ungur prestur metti eg tað ómøguligt at njóta ein kaffimunn t.d. í Havnar kirkju. Tað havi eg so roynt sum biskupur. Kirkjuráðið og góð fólk saman við teimum gera okkum løturnar hugnaligar. Tað er alla æru vert, sjálvt um umstøðurnar ikki eru av teim bestu.

Eitt framstig var tað, at vit 1. februar 2010 skipaðu ikki færri enn fimm prestar í fast starv. Harafturat var dómprósturin tann sætti, sum tók við kallinum um kyndilsmessu. Og í heyst hava kirkjuráðini innstillað prest til kallið í Fuglafjarðar prestagjaldi og Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Hvalvík. Sjey ungir prestar og dómprósturin skipaðir í starv innan eitt ár.

Rætt og rímiligt er tað, at vit ynskja góðar karmar, og karmarnir hava alstóran týdning. Nógvastaðni er tørvurin á betri fysiskum umstøðum stórur. Og tó skal Fólkakirkjan fyrst av øllum vera kend fyri innihaldið. Vit mega leggja úr hondum gott verk, ið samsvarar við virði av innihaldinum.

Innihaldið í fólkakirkjuni kann lýsast á ymiskan hátt. Á hesum sinni nevna vit trinni umráðir :

1) Evangeliið um Jesus.
2) Sakramentini og tær kirkjuligu tænasturnar.
3) Umsorganin fyri menniskjum góðar og svárar løtur.

Økið eitt og tvey tykjast mær sera góð. Tað triðja økið kann gerast enn betur. Vónandi verða vit lærd og læra hvønn annan kærleikans setning, so fólkið kennir kirkjuna nærverandi og viðkomandi í tilveru og degi.

Í nógvar mátar er 2010 eitt gott ár hjá fólkakirkjuni. Hjartaliga takk øll somul fyri tað farna og Harrans signing í komandi tíðum.

Gott nýggjár!


Jógvan Fríðriksson, biskupur